Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, heldur framvegis, at samgongan hevur svikið lyftini, hon gav teimum fýra kommununum í Suðuroyar syðru helvt.
Nakað síðani kom fram, at fyri at spara skulu bara 18 búfólk takast inn á nýggja ellis- og røktarheimið í Vági, hóast pláss er fyri 24.
Samstundis skulu átta tvímannakømur á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri leggjast niður og gerast til einmanskømur, tí Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna heldur, at tað er óvirðiligt at tvey eldri fólk, sum annars ikki kennast, skulu tvingast at búgva saman.
Tað skilir borgarstjórin í Vági væl, men hon heldur, at avgerðin um at niðurleggja tey átta tveymannakømrini skuldi ikki verðið tikin nú.
- Tað er skeivt at niðurleggja átta búpláss á Tvøroyri, fyrrenn nýggja heimið í Vági er liðugt og vit kenna tørvin.
- Og hóast tað ikki er serliga virðiligt, er tað betri, at tvey búgva saman, heldur enn at tørvurin ikki er nøktaður.
Kirstin Strøm Bech er púra sannførd um, at veruliga orsøkin til at leggja tey átta plássini á Tvøroyri niður, hevur onki við virðing at gera, men at tað er eitt kærkomið høvið til at spara.
Hon kann gott góðtaka, at heimið í Vági ikki verður fullsett fyrrenn við árslok, tí tað tekur undir øllum umstøðum langa tíð at taka fólk inn.
Men tað svitast ikki, at vit hava framvegis gjørt hesa íløguna undir skeivum fortreytum, tí samgongan lovaði okkum 24 nýggj búpláss og eini 55-60 nýggj størv. Nú vera tað ístaðin 16 nýggj búpláss og 40-45 nýggj størv.