Hava gjørt tað betri hjá skipum at liggja við bryggju í Hvalba

Bygdaráðið í Hvalba hevur sett sær fyri at bøta um atløguviðurskiftini á havnarlagnum á Hamranesi, har flakavirkið er, og har tey stóru skipini leggja at.

 

Í hesum sambamdi samtykti bygdaráðið nakað síðani at nýggj dekk skuldu hongjast upp á øllum bryggjukantinum har skipini leggja at. Tað arbeiðið er nú gjørt og hetta fer at gera tað tryggari hjá fiskiskipunum at leggja at bryggju, og sum heild fara skipini at liggja betri, sigur kommunann á heimasíðuni.

 

Hetta er fyrsta stigið at bøta um til at bøta um viðurskiftini á havnarlagnum, og eitt annað, sum stendur fyri, er at gera ábøtur á vatnveitingina til flakavirkið, sum er elligomul, og sum hevur elvt til trupulleikar í seinastuni.