Hava gjørt film um Havnina

Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt ein film um ymsar hentleikarnar í kommununi

Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt ein  film um nøkur av teimum tilboðum og nakrar av teimum tænastum, kommunan hevur at bjóða fólki.

 

 

Filmurin er vorðin almennur í morgun.

 

 - Vit geva okkum kanska ikki altíð far um, hvussu nógv er at uppliva í nærumhvørvinum, og hvussu nógv tilboð eru í Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

- Kommuna íður í virksemi, og mong arbeiða dagliga við at gera Tórshavnar kommunu til ein savnandi miðstað við nógvum og spennandi tænastum til ung eins og gomul, leggur hann afturat.

 

Hann heldur eisini, at alt hetta sæst aftur í filminum.

 

Til ber at síggja filmin her: