Hava havt góða upsaveiði

Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið góður í seinastuni, men er minkaður nakað nú.

- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið góður í seinastuni, men er minkaður nakað nú. Lítið fæst av hjáveiði. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir fiska upsa og koma væntandi inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Onkur djúpvatnstrolari fær eisini eitt sløð av svartkalva.

 

- Haraftrat fiskar ein djúpvatnstrolari blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. 

 

Í dag vóru fýra trolbátar norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og nakað av upsa. Teir fáa eisini nakað av flatfiski. Trolbátarnir, sum eru til fiskiskap. koma væntandi inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.