Hava havt nógv stríð at fullum fólki í nátt

Tað hevur veri eitt øgiligt fólk í býnum, sigur løgreglan

Tað hevur verið eitt øgiligt fólk í býnum í nátt. Løgreglan sigur, at tað sást, at fótbóltsárið endaði í gjár og at veðrið var gott

 

Og tað hevur givið løgregluni nógv at gera og felagsnevnarin fyri tað mesta hevur verið full fólk. Løgreglan sigur, at tey hava hjálpt nógvum fólki á føtur, tey koyrt fólk heim, sum ikki vunnu upp hús, tey hava sent sjúkrabilar eftir fólki, sum eru dottin, og tey hava eisini lagt seg ímillum, tá ið fólk eru komin til ilnar. Í onkrum førum eru fólk eisini komin til ilnar í privathúsum.

 

Í tí eina førinum spyrst kanska eitt harðskapsmál burtur úr. Tað var ein maður, sum varð sligin í nakkan, men í nátt var ringt at fáa greiðu á støðuni, so hann verður avhoyrdur seinni í dag. Í einum føri vildi ein maður ikki rinda rokningin fyri ein hýruvogn, so gar mátti løgreglan eisini upp í.

 

So hóast nógv hevur verið at gera, hevur talan, samanuntikið, verið um smáttarí, leggur løgreglan afturat í morgun.