Tað hevur verið fitt av fólki í býnum í nátt, og tað sæst aftur í yvirlitinum hjá løgregluni yvir virksemið í nátt, tí tey hava havt rættiliga fitt at gera, men talan hevur verið um smáttarí og felagsnevnarin fyri tað, tey hava havt at gera, er rúsdrekka.
Løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt, men í Kakvík gjørdu fólk ónáðir á einum vertshúsi í tveimum umførum. Men talan var um somu fólk. Tey vóru komin til ilnar um eitthvørt og eftir at vera burturvíst eina ferð, kom sami persónur inn aftur eina løtu seinni at orna paragraffirnar við mótpartin. Men tey vórðu so burturvíst eina ferð afturat og tá mátti løgreglan upp í, og nú eru tey skuldsett fyri ólátaða framferð.
Bæði í Vágum, í Havn og í Suðuroy hevur løgreglan hjálp fullum fólki, sum eru dottin og komin illa fyri í fyllskapi, og løgreglan hevur eisini hjálpt fólki til hús, sum ikki kláraðu seg sjálvi, og í onkrum føri hava fólk fingið óynsktar gestir á gátt, sum løgreglan so mátti fáa á dyr aftur-
Tað hevur eisini verið hált í nátt og í Streymnesi fór ein bilur útav, men tað hendi eingin mannaskaði.
Løgreglan hevur eisini verið á skeinkstøðum og kanna um øll viðurskifti eru sum tey eiga at vera, men har var einki at viðmerkja, sigur løgreglan.