Hava havt úr at gera av fullum fólki

Løgregla og samrittar hava verið alt annað enn arbeiðsleys í nátt

Tað hevur verið nógv fólk í býnum í góðveðrinum á ólavsøku í nátt, og løgreglan sigur, at tey hava havt úr at gera. Felagsnevnarin fyri tað, løgreglan hevur havt at gera, er, at talan er um full fólk, sum ikki hava klárað seg sjálvi.

 

Tey siga, at umframt løgregluna, gera samarittarnir eisini eitt stórt arbeiði at taka sær av fólki, sum vóru so deyðadrukkin, at tey høvdu brúk fyri hjálp. Talan er um fólk, sum sovnaðu, og sum skuldu fáast á føtur aftur, og fólk, sum skuldu fáast til húsar.

 

Men annars hevur tað verið friðarligt. Tey hava ein mann i brummuni, tí hann var so ólátaður, at tað flættaðist ikki við hann. Tá ið hann vaknar aftur, verður hann sleptur úr brummuni aftur, men tað verður saman við eini bót fyri ólátaðan atburð.