Hava heilt hvør sína steypasøgu

AB hevur ongantíð verið í steypafinaluni, sum HB hevur vunnið nógv flestar finalur

Tað verður grannauppgerð á Argjum klokkan 16. AB fær vitjan av HB, og tað er stórur munur á steypasøguni hjá hesum báðum feløgunum. AB hevur bara eina ferð megnað at spæla seg í hálvfinaluna. Tað var í 2009, tá ið tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti EB/Streymi, sum síðani vann 4-1 við Margáir. Harvið hevur AB ongantíð rokkið í finaluna.

HB hevur vunnið steypakappingina nógv fleiri ferðir enn nakað annað felag. Kortini leingjast tey í HB eftir, at tað aftur skal eydnast at fáa løgmanssteypið í HB húsið. Har hevur tað ikki verið í tíggju ár – ikki síðani í 2004, tá ið HB vann finaluna ímóti NSÍ 3-1.

HB og AB hava ikki spælt ímóti hvørjum øðrum í steypakappingini síðani í 2007, tá ið HB í fjórðingsfinaluni vann 4-0 í Gundadali.

 

 

Uppgerðin í dag er tann fyrsta hjá Oddbjørni Joensen á heimavølli við AB stýrisvølin. Mótstøðuliðið er tað, sum AB venjarin í fjør stýrdi til FM heitið. Eftir kappingarok vildi HB ikki leingja samstarvið við FM venjaran, sum nú hevur ábyrgdina á Argjum.

Í tveimum teimum fyrstu royndunum – á útivølli ímóti KÍ og B68 – er tað ikki eydnast Oddbirni Joensen at vinna úrtøku saman við AB. Venjarin dugir at síggja glottar, og at tað er nógv at arbeiða við. Tað greitt, at Jóan Símun Edmundsson, ið var ætlaður at vera álopsessið á Argjum, ikki er tøkur. Orsaka av skaða í lærkrikanum verður hann ikki við næstu vikurnar.

Hjá Heðini Askham og HB er einki at rafla um. Dagsskráin er at vinna FM og løgmanssteypið, og skal tað eydnast, so snýr tað seg í dag um at hava atgongumerkið til hálvfinaluna við heima aftur um ánna.

 

 

Felags fyri bæði AB og HB er, at tey í fyrsta umfari vóru partar dramatiskum uppgerðum. HB var frammanfyri 3-0 ímóti B36, sum átta minuttir undan leikloki minkaði um munin til 3-2 og síðstu løtuna trýsti fyri at javna. Millum AB og TB endaði tað eftir longda leiktíð 1-1 á Argjum. AB vann brotssparkskappingina.