Hava helst funnið Minnu

Løgreglan á Lollandi og Falster hevur nú funnið líkið av eini kvinnu á leiðini norðan fyri Flintinge á, á Lollandi, sunnanfyri Nykøbing.

Tað siga danskir fjølmiðlar í dag

Líkið er ikki eyðmerkt, men løgreglan heldur seg vita, at talan er um 48 ára gomlu havnarkvinnuna, Minnu Dahl Michelsen, sum hevur verið horvin í meiri enn eina viku.

- Løgreglan er so mikið vís , at tey nú eru hildin uppat at leita eftir Minnu.

Løgreglan sigur, at tað er einki, sum bendir á eina brotsfgerð.