Hava hjálpt nógvum fullum fólki upp á rættkjøl

Tað hevur verið nógv fólk í býnum - og nógv hava verið deyðadrukkun

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt og tað hevur elvt til heilt fitt av arbeiði hjá bæði løgreglu og sjúkrabilum. Løgreglan sigur, at tað hevur hent seg fleiri ferðir, at fólk hava verið so deyðadrukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi og so eru tey hjálpt á føtur.

 

Tað er eisini hent fleiri ferðir, at fólk eru dottin, og so hevur sjúkrabilur verið eftir teimum og hevur ført tey á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tað, løgreglan veit, er talan ikki um álvarsligar skaðar.

 

Tað hevur verið rættiliga kalt í nátt, so tað hevur verið umráðandi at fingið fólk, sum ikki hava klárað seg sjálvi, undir tak, tí tað er ov kalt at liggja úti á berakólum, sigur løgreglan.

 

Men annars hevur tað verið friðarligt. Nakrar ferðir eru menn komnir til ilnar, men tað hevur lagað seg, áðrenn meiri spurdust burtur úr, men løgreglan hevur eisini nøkur mál, sum skulu fylgjast upp fyri at vita um farast skal víðari við teimum.

 

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna og i tí sambandi er ein bilførari skuldsettur fyri at koyra við kenning og ein bilførari, sum varð steðgaður, hevði ikki koyrikort, so hann er skuldsettur fyri tað.