Fótbóltur
Eg havi alla tíðina roynt at gjørt mítt besta, og eina uppsøgn havi eg ikki hugsað so nógv um. Hinvegin, so kenni eg sjálvandi treytirnar, tí sum venjari ert tú einum knallhørðum yrki. Metir leiðslan í felagnum, at onkur annar kann gera eitt betri arbeiði, so verður venjarin skiftur.
Jóannes Jakobsen tykist púrasta avkláraður um leiklutin sum venjari hjá einum liði, sum í hevur sum setning at berjast móti niðurflytingini.
Positivir tankar
Eitt langt skifti hevur B68 eisini líkst einum góðum boði upp á annan av niðurflytarunum, men við sigrinum á KÍ fekst eitt lítið andahol í so máta.
Sigurin kom sjálvandi væl við. Men fyrst og fremst, so tykist venjarin leggja dentin á, at talan fyri tað nógva hevur verið um eina positiva gongd, hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild.
Sjálvandi vildi tað verið lætt bara at follið í fátt, tí eg haldi ikki, at marginalarnir hava verið við okkum. Tað byrjaði sum so í dystinum í Vági, og síðani tá hava vit fleiri ferðir tapt við einum einstakum máli. Vit hava tó alla tíðina roynt at hildið fast um teir positivu lutir, sum hava verið í spælinum, og hava so arbeitt út frá hesum. Og vit hava alla tíðina roynt at spælt fótbólt, heldur enn at sparka, og tað gav eisini úrslit í dag, har vit høvdu fleiri møguleikar.
Samstundis, so hava vit eisini verið realistiskir. Frá fyrsta degi hevur málið verið, at vit fyrst og fremst skulu hanga í deildini. Hópurin hevur verið serstakliga tunnur, og eitt nú kom næsta útskiftingin at kalla beinleiðis av skipsdekki, sigur venjarin.
Við hesum sipar hann til, at B68 tá skifti Hansmar Poulsen inn, hóast hann bert hevði verið heima í fáar dagar.
Í so máta var nakað betri hesaferð. Ralph Van Dooren var aftur tøkkur eftir leikbann. Øssur Hansen hevði fríviku frá arbeiðinum í Noreg, og eisini Arnbjørn Danielsen var tøkur eftir skaða.
Breiddin altavgerandi
Júst breiddin í hópinum tykist vera nakað, sum Jóannes leggur stóran dent á, tá tosað verður um vónirnar fyri seinastu 15 dystunum.
Tað sigur seg sjálvt, at við einum hópi sum tí, ið vit høvdu ímóti GÍ, er sera avmarkað, hvat vit fáa gjørt. Við Øssuri, Ralph og Arnbjørn aftur á liðnum, fái eg sum venjari beinan vegin nakrar møguleikar, og so tykist Kamal eisini vera um at koma fyri seg. Hann stóð hesa ferð fyri tveimum av málunum, og tað gevur seg sjálvt, at ein slíkur spælari eisini økir um møguleikarnar. Ikki minst tí vit av neyð hava verið noyddir at nýtt Súna Fríða aðrastaðni enn í álopinum.
Beinini á jørðini
Hóast kærkomin, so fær sigurin í Klaksvík ikki Jóannes at leypa upp frá í ovfarakæti. Setningurin er framvegis tann sami, og klassiska frasan um seinasta dystin tykist vera nakað, sum liggur hon nær.
Vit hava framvegis bæði beini væl og virðiliga á jørðini. Sjálvandi eru nakrir positivir lutir, sum vit kunnu taka við okkum úr einum slíkum dysti, men fyrst og fremst, so ræður um at halda fast.