Hava ikki funnið tjóvin

Enn er eingin skuldsettur fyri ránið av pengaskápinum á Viðareiði í heyst

Nú eru yvir tríggir mánaðir, síðani eitt pengaskáp var stolið úr einum sethúsum á Viðareiði, men framvegis hevur løgreglan ikki skuldsett nakran í málinum.

 

Tað var meðan húsfólkið var til KÍ-veitslu, at tjóvar brutu inn og fóru avstað við peningaskápinum. Annar sonurin í húsinum segði við in.fo, at líkt var til, at tjóvarnir vistu, hvat teir vildu hava, tí umframt at eini 1000 evrur lógu stroyddar á gólvinum, tá hann kom aftur av veitsluni, so vóru hvørki sjónvørp, teldur ella málningar nortin.

 

Løgreglan sóknaðist stutt eftir hendingina eftir vitnum til málið, onkrum, sum hevði sæð okkurt á Viðareiði um tað mundi, ránið varð framt. Løgreglan metti seg hava fignið onkra slóð at elta, men Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini, sigur við in.fo í dag, at teir framvegis kanna málið og enn er eingin skuldsettur fyri ránið.