Hava ikki kravt 70% í lønarhækking


Í verkfallinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, sum rakar øll tey almennu skipini, hevur nógv verið tosað um løn og lønarkrøv. Niðanfyri ger felagið upp, hvørji krøvini eru, og. Samstundis verður gjørt upp, hvussu stór lønin er í dag, so at ein og hvør kann samanbera tølini.Við hesum vil Skipara- og Navigatørfelagið vísa aftur tí, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ført fram um, at felagið í summum førum hevur kravt yvir 70% í lønarhækking.

Krøv til lønina hjá skiparanum:
Frá 01.03.2002 skal skiparin verða løntur í lønarflokki 34.1.
Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin millum 30.000 krónur og lønarflokk 34.1, sum er 28.528,08 krónur, ella 1.471,92 krónur.
Frá 01.03.2003 skal skiparin vera løntur í lønarflokki 35.1 sum er 31.712,68 krónur um mánaðin..
Í løtuni er byrjunarløn hjá skiparanum á Tjaldrinum 22.378,52 krónur og endalønin er 23.769,98 krónur.
Lønin hjá skiparanum á Brimli er 8,4% hægri og hjá honum er byrjunarløn 24.258,32 krónur og endalønin, 25.766,66 krónur.

Krøv til lønina hjá yvirstýrimonnum
Tann 01.03.2002 skal yvirstýrimaður vera løntur í lønarflokkki 31.1, sum er 24.661,96 krónur. Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin millum tær 24.661,96 krónurnar og lønarflokk 32.2, sum er 26.903,39 krónur.
Frá 01.03.2003 skal hann vera løntur í lønarflokki 33.1, sum gevur 28.184,76 um mánaðin.
Í løtuni er byrjunarlønin hjá yvirstýrimanninum á Tjaldrinum 20.589,49 krónur og endalønin er
21.980,96 krónur.
Á Brimli er lønin 8,4% hægri og byrjunarlønin hjá yvirstýrimanninum á Brimli er 22.319,01 krónur og endalønin átta ár seinni, er 23.827,36 krónur

Krøv lønina hjá 1. stýrimonnum
Frá 01.03.2002: skal 1. stýrimaður vera løntur í lønarflokki 29.1, sum gevur 24.361,39 krónur í løn. Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin millum tær 24.361,39 krónurnar og lønarflokk 32.1, sum er 25.981,52 krónur, ella 1620,13 krónur í viðbót.
Frá 01.03.2003 skal hann vera løntur í lønarflokki 32.2, sum gevur 27.575,98 krónur um mánaðin.
Byrjunarlønin hjá 1. stýrimanni á Tjaldrinum er 19.993,15 krónur og endalønin er21.583,39 krónur.
Umborð á Brimli er lønin 8,4% hægri ogbyrjunarlønin hjá 1. stýrimanni á Brimli er 21.672,57 krónur
og endalønin 8 ár seinni er 23.396,39 krónur.

Semingsuppskotið
Fyri heilt at kunna gera samanberingina lidna, verður her sett upp, hvussu semingsuppskotið ljóðaði, sum Fíggjarmálastýrið goðtók, men Skipara- og Navigatørfelagið vrakaði.
Skiparar og stýrimenn verða eftir starvsaldri flokkaðir sambært lønartalvuni fyri tænastumenn soleiðis:
Skipari skal lønast í 34. lønarflokki og skal fáa 28.528,08 krónur um mánaðin.
Yvirstýrimaður skal lønast í 30. lønarflokki, umframt starvsaldur. Í fyrstuni skuldu teir fáa 24.241,18 krónur um mánaðin, men síðani 25.107,52 krónur um mánaðin, tá ið starvsaldurin hækkar og síðani aftur upp í 25.981,52 krónur, tá ið starvsaldurin hækkar enn meiri.
Eftir semingsuppskotinum, skuldi 1. stýrimaður verða løntur í 27. lønarflokki umframt starvsaldur. Í fyrstuni hevði tað givið honum 21.853,56 krónur um mánaðin. Sum starvsaldurin hækkar, skuldi hann fáa ávikavist 22.635,13 krónur, 23.379,99 krónur, og at enda, 24.241,18 krónur um mánaðin.