Hava ikki marginalirnar við sær

Skála menn iðraðu seg um, at teir mistu, tá ið teir endiliga vóru á sigurskós, og teir staðfesta, at síðstu vikuna hava dómaramistøk í avgerandi løtum kosta nógv

SKÁLA

Eftir at teir fitta løtu í 2. hálvleiki høvdu verið kroystir lá Skála í hálvan annan minutt fram móti dystarenda á sigurskós. Men teir vóru ikki nóg ansnir í verjupartinum, og so mistu teir tvey stig á stokkinum.
- Onkrar avtalur í sambandi við deyðbóltsstøður kiksa, og tað er spell. Serliga tá ið tað er so lítil tíð eftir, og vit eru á odda, halda teir.
Skála venjarin, Johan Nielsen, heldur, at talan var um gott undirhald:
- Vit vóru vitni til ferðmikla uppgerð. Har vóru nógvir málmøguleikar, og áskoðararnir sóu seks mál. Tað borgar fyri undirhaldi.
Tá ið Skála venjarin verður spurdur, hvussu hann er nøgdur við avrikið, rósar hann sínum monnum.
- Teir arbeiddu nógv og hart, og teir megnaðu at skjóta trý mál á útivølli. Tað var flott. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at fleiri teirra hava skaðar at dragast við, sum heilt víst plága teir.
Og brotssparkið hjá Boga?
- Tað er spell, men vit mugu bara staðfesta, at í avgerandi støðum stutt undan dystarenda hava marginalirnir ikki verið við okkum seinastu vikuna. Móti HB fingu vit mál ímóti okkum, tí dómarin ikki kann hava sæð frísparkið móti Milan Curcic, og í kvøld fingu vit ikki brotssparkið, sum hevði havt givið okkum góðan møguleika at økt um leiðsluna til 3-1. Men tað mugu vit eisini taka við og so fokusera upp á næstu uppgávuna, sum verður ivaleysa stór, staðfestir royndi Skála venjarin.