Hava ikki niðurraðfest føroyskt sum frálærugrein

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum í svari til fyrispurning frá Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmanni.

Í svarinum til løgtingsmannin sigur Helena Dam á Neystabø, at tvær orsøkir eru til, at eingin ráðgevi er í lærugreinini føroyskt í fólkaskúlaøkinum í Landsmiðstøðini í løtuni.

Lesið fyrispurnigin í greinini »SKERD RÁÐGEVING Í FØROYSUM« HER

- Onnur er, at Mentamálaráðið arbeiðir við at skipa ein nýggjan stovn við at leggja Landsmiðstøðina, Kt-depilin og Føroya Skúlabókagrunn saman. Samstundis er ætlanin, at eftirútbúgvingin, sum nú er á Landsmiðstøðini, skal flytast út í ein eftirútbúgvingardepil á Fróðskaparsetri Føroya/Føroya Læraraskúla. Hin er, at ráðgevin í føroyskum, eins og tríggir aðrir ráðgevar, søgdu starvið frá sær í vár, sigur landsstýriskvinnan.

Helena Dam á Neystabø sigur víðari í svarinum, at tá Landsmiðstøðin sendi Mentamálaráðnum lýsing eftir ráðgevum til góðkenningar í vár, helt ráðið tað vera skilabest at bíða við at lýsa, til formligu viðurskiftini í sambandi við samanleggingina vóru komin upp á pláss. Í uppskotinum til lýsing frá Landsmiðstøðini varð søkt eftir tveimum ráðgevum, sum saman kundu ráðgeva í føroyskum, enskum, kristni, landalæru og søgu ? tilsamans í 20 lønartímar.

- Hesi bæði ? samanfallið millum ætlaðu bygnaðarbroytingina og at ráðgevin í føroyskum er farin úr starvi ? eru sostatt orsøkin til, at eingin ráðgevi er í føroyskum á Landsmiðstøðini í løtuni. Sjálvsagt er tað sera óheppið ongan ráðgeva at hava, men vónandi eru bygnaðarbroytingarnar komnar so langt áðrenn ársskiftið, at ráðgevi í føroyskum aftur er á fólkaskúlaøkinum frá 1. januar 2010, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum í svarinum til Tórbjørn Jacobsen.