Í steypakappingini syrgdi B36 í fjórðingsfinaluni fyri, at víkingarnir vórðu varpaðir úr kappingini.
Í landskappingini er Víkingur topplið, sum framvegis ikki hevur tapt. Nú hevur Víkingur spælt tíggju landskappingardystir á rað uttan at tapa. Síðsta tapið var 18. september í fjør, tá ið KÍ í 23. umfari vann 2-0 í Sarpugerði.
-Eitt stig í Gundadali ímóti HB er at liva við, hóast vit sjálvandi vóru vónbrotnir, tá ið dómarin kolldømdi tað, sum vit hildu vera 3-2 sigursmálið. Tað er lagt afturum, og nú er fokus á avbjóðingini, sum tað er at fáa vitjan av 07Vestur, sigur Víkinga vongverjin Gert Hansen. Hann og hinir í Víkinga verjuni fara ivaleyst at hava serliga vakið eyga við svenska álopsspælaranum Ken Fagerström, sum hevur verið sera sentralur higartil í ár.
Álopsspælarin Philip Djordjevic er leikbannaður við fýra gulum kortum. Miðverjin Erling Jacobsen er tøkur aftur, eftir at hann sunnudagin ikki var tøkur orsaka av sjúku.
Í 07 Vestur leguni kendist tað at vera vónbrot, at tað sunnudagin ikki eydnaðist at megna meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti Skála.
-Nú eiga vit fýra ferðir á útivølli á rað. Tað er ímóti teimum fýra, sum í fjør endaðu ovast. Higartil í ár hava vit víst styrki í kontraspælinum, og tað vóna vit fer at eydnast væl í dag í Sarpugerði, har talan sjálvandi er um stóra avbjóðing, sigur 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen.
Dann Fróðason og Asbjørn Heðinsson eru við U-17 landsliðnum í EM endaspælinum.