Hava ikki tikið støðu

Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hava ikki tikið støðu til, um sáttmálin við Reiðarafelagið skal sigast upp

 Hvørki Skipara- og Navigatørfelagið ella Maskinmeistarafelagið, hava enn tikið støu til, um teirra sáttmáli við Reiðarafelagið skal sigast upp.

Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, er tað greitt, at Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan upp.

Men tað verður ikki fyrrenn einaferð í næstu viku, at hini bæði manningarfeløgini fara at taka støðu til spurningin.

Sáttmálin hjá navigatørunum og maskinmeistarunum gongur út 31. Desember.

Men sum tað skilst á formonnunum í báðum feløgunum, er tað heldur ikki greitt, um sáttmálin verður sagdur upp.

- Vit eru greiðir yvir, at støðan hjá fiskiflotanum er sera vánalig, so vit mugu gera upp við sjálvi, hvat endamálið við at siga sáttmálan uppm skal vera, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum skal vera.

Hann er eisini greiður yvir, at verður sáttmálin sagdur upp, verður neyvan talan um tær stóru ábøturnar, men talan verður helst ikki um meiri enn onkrar dagføringar, leggur hann afturat

Støðan er ikki serliga góð, vilja hava nakað afturat, so er hetta nokk ikki rætta løtan

Hesum er Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum samdur.

- Vilja vit hava ábøtur á sáttmálan, er hetta nokk ikki tann frægasta løtan at fáa semju um nakað slíkt, sigur hann.

Les eisini greinina: Fiskimenn betri løn og meiri frítíð og greinina: Reiðarar ikki ráð til kollveltandi broytingar