Hava kært at hald varð lagt á útgerðina

Sea Shepherd hevur kært avgerðina hjá løgregluni at leggja hald á ymiska útgerð hjá felagsskapinum, tá grindaboð vóru fyrr í dag.

Sea Shepherd skriva á teirra Facebooksíðu í dag, at løgreglan hevur handtikið tveir av teirra limum, Susan Larsen og Tom Strerath, og at tey verða førd fyri rættin hósmorgunin, ákærd fyri brot á §9 í grindalógini.


Samstundis sum tey bæði vórðu handtikin, legði løgreglan hald á ein bát hjá felagsskapinum.


Hesa avgerðina hevur leiðarin fyri átakið hjá Sea Shepherd á landi, Rosie Kunneke, kært, skrivar felagsskapurin á Facebook síðuni.


- Løgreglan hevur lagt hald á nakað av útgerðini hjá manningini, harímillum hjálmar, go pros, myndatól og sjálvan bátin, Farley. Leiðarin fyri Operation Sleppið Grindini á landi, Rosie Kunneke, hevur í dag latið inn eina almenna kæru móti lógtøkuni av útgerðini, skrivar felagsskapurin á Facebook.


Fyrr í dag royndu vit at fáa eina viðmerking frá Rosie Kunneke, men segði hon seg ikki ynskja at tosa við fjølmiðlarnar.