Hava keypt 15.703 bilar upp á seks ár

Men tað gongur heldur strilti at fáa føroyingar at keypa sær el-bil

Hesi síðstu seks árini hava føroyingar keypt tilsamans 15.703 bilar. Tað vísir ein uppgerð, sum Akstovan hevur gjørt fyri Løgtingið. Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum um at el-bilar framhaldandi skulu sleppa undan at rinda avgjøld til landskassan.

Endmálið er at el-bilarnar skulu verða so mikið bíligir at tað skal eggja fólki at fáa sær el-bil. Men tað nýggja í uppskotinum hjá landsstýrinum er, at nú skulu hybrid-bilar, og vetnisbilar, eisini sleppa undan at avgjøldum til landskassan.

Lógin um at el-bilar skulu sleppa undan avgjøldum, hevur verið galdandi í nøkur ár, men ásannast má, at tað gongur ikki betri enn næstbest at fáa føroyingar til at keypa el-bil. Hesi seinastu seks árini frá 2015 til 2020, eru nevniliga 15.703 nýggir bilar skrásettir í Føroyum, men bara 310 av teimum eru el-bilar. Í 2015 vórðu bara tríggir, nýggir el-bilar skrásettir, í 2016 var talið tvífaldað, upp í seks el-bilar.

Í 2017 kom talið upp á 15 bilar og í 2018 kom tað upp í 61 el-bilar. Í 2019 kom talið á el-bilum upp á 88 og í fjør var fyrsta árið at talið á nýggjum el-bilum kom upp um 100, tí tá vóru 137 nýggir el-bilar skrásettir í Føroyum.

Av teimum 310 el-bilunum, sum eru skrásettir í Føroyum síðani 2015, eru teir 308 bilarnir enn í drift, men tveir eru tiknir úr skrásetingini.

##med2##

 

Akstovan sigur, at tað ber ikki til at siga, hvussu nógvir hybrid-bilar eru skrásettir, tí tað verður ikki skrásett fyrr enn í ár. Men hinvegin kunnu tey siga við vissu, at eingin vetnisbilur er skrásettur yvirhøvur hesi árini.

Av teimum 15.703 bilunum, sum eru skrásettir hesi seinastu fimm árini, eru annars 8.585 bensinbilar og 6.808 dieselbilar, men síðani eru tilsamans 233 av teimum tiknir úr skrásetingini aftur.

Yvirhøvur keypa føroyingar fleiri bensinbilar enn dieselbilar, men í 2015 var støðan kortini tann, at 1.075 bensinbilar vórðu skrásettir og 1.235 dieselbilar. Men síðani hevur talið á dieselbilum verið væl lægri enn talið á bensinbilum, og hesi bæði seinastu árini hevur munurin verið serliga sjónskur. Í 2019 var talið á bensinbilum, 1.780 og talið á diselbilum var 1.055 og í fjør vórðu 1.630 bensinbilar skrásettir, men talið á dieselbilum var bara helvtina, ella 895 í tali, sigur Akstovan.

Felagsskapurin, Ringrás, hvørs endamál er at virka fyri at verja náttúruna, sigur í eini viðmerking, at Hybridbilar hoyra ikki heima í veðurlagspolitikki. Tey siga nevniliga, at útlátið frá plug-in hybridbilum er tað sama sum frá effektivum dieselbilum. Tey staðfesta somuleiðis, at vetnisbilar eru ikki kappingarførir við el-bilar.