Oikos: Hava keypt lambsskinn í 20 ár

Aftur í heyst fer Oikos, sum er felag í Bø, at keypa lambsskinn til saltingar og útflutnings.

Hvør árstíð hevur sítt, og tað hevur heystið so sanniliga eisini. Skjótt verða fjøllini gingin, og skurðurin skal takast. 

Við fjøllunum koma eisini lambsskinnini, men tað eru mong ár síðan, at ull var Føroya gull.

Tíðin stendur ikki í stað.

Á brennistøðunum biðja tey eftir, at onkur tekur sær av skinnunum, so tey ikki enda í brenningini.  

Allur innvølur av seyði, sum fer burtur, endar í brenningini, tí tað er ikki loyvt at tyrva. Tí hevði tað verið ein lætti - og eitt tak fyri umhvørvinum - um seyðaskinnini ikki eisini endaðu í brenningini.

 

Í Føroyum hava vit eina fyritøku, sum er góðkend til útflutning av seyðaskinnum, og tað er felagið Oikos í Bø, sum byrjaði at keypa seyðaskinn í smáum fyri stívliga 20 árum síðan.

Tað var Jógvan Nordendal, bóndi í Bø, sum her sá ein møguleika.

Lagt varð varisliga fyri, og fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltað og útflutt. Sum árini gingu, vóru fleiri móttøkur skipaðar kring landið, og talið av seyðaskinnum gjørdist onkur ár rættiliga stórt – enntá fleiri enn 30.000.

Umframt at onkrar móttøkur aftur eru í heyst, hevur Oikos eisini støð á bryggjuni í Kollafirði, har lambsskinn verða saltað. Koyrt verður út eftir skinnum, har landafast er. 

Oikos eigur soleiðis sín stóra lut í, at ein munandi partur av seyðaskinnunum koma til høldar - og ikki enda í brenningini.

 

##med2##

Men, tá tú hevur heilsufrøðiliga góðkenning til útflutning av eitt nú seyðaskinnum, noyðist tú eisini at fylgja reglum, sum eru galdandi. 

Krøv eru um djóralækna, sum skal sýna seyðin, meðan hann er livandi, og her er vanliga neyðugt við meira enn tí eina djóralæknanum, tí tað eru dagar, har fleiri hagar eru á fjalli í senn, og fjørður skilir oyggjarnar.   

 

Ymiskt er, hvat keyparar í útlandinum vilja hava. Hvít lambsskinn hava lítlan áhuga, og tey svørtu tað sama. Marknaðurin spyr heldur eftir teimum tvíllittu, gráu og morreyðu.

Tað, sum er ógvuliga umráðandi, um hugsingur skal vera um at lata skinn til saltingar, er, at skinnini – eftir fletting – verða væl avkøld við ullini vendari uppeftir, áðrenn tey verða løgd í rúgvu.