Hava klagað um larm í nátt

Men hesa ferð var tað ikki frá skipum, men frá veitslum

Tað hava verið rættiliga nógvar veitslur runt umkring og tað hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni eitt sindur í nátt. Hetta er tíðin tá ið pisurnar verða klaktlar og løgreglan sigur, at tað hava verið rættiliga nógvar húgvuveitslur, men harumframt hava tað eisini verið bæði sveinagildi og polterabends, og úrslitið av tí var, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt.

 

Men løgreglan hevur eisini fingið nógvar klagur frá fólki í nátt, sum ikki hava fingið náttarfrið fyri larmi frá grannum í veitslulagi og har hevur løgreglan so verið á staðnum og fingið fólk at skrúva fyri og annars at sissa seg eitt sindur.

 

Ein maður hevur eisini ringt at boða frá, at hann varð vorðin sligin, men hann hevði ikki fingið nevnivert av skaða. Hann veit hvør tað var, sum sló og løgreglan hevur stovnað eitt mál um harðskap og tað fylgja tey upp í dag. Hinvegin hevur løgreglan hjálp fleiri fólkum á føtur, sum vóru so drukkin, at tey ikki klára seg sjálvi.