Hava klipt í nógv koyrikort

Hesa vikuna hevur løgreglan kannað nógvar bilførarar rundan um skúlar og barnagarðar og tað hevur kostað nógvum klipp í koyrikortið

Seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt eitt átak fyri at kanna ferðsluna.

Hesuferð gjørdi løgreglan tað, at tey fóru runt á skúlar og barnagarðar áðrenn klokkan átta á morgni at kanna støðuna hjá teimum, sum komu at seta børn av rundan um barnagarðarnar ella skúlarnar.

Og hetta hevur kostað nógvum eitt klipp í koyrikortið.

Og trupulleikin er hin sami afturvendandi og hann er, at fólk gloyma at brúka trygdarbeltið.

Annars vóru onkur dømi um, at bilførarar tosaðu í fartelefon ímeðan teir koyrdu, ella høvdu onki koyrikort uppi á sær.

Yvirhøvur eru tað foreldur, sum ikki spenna børnini í trygdarbeltið, men sjálvir eru bilførararnir heldur ikki nóg raskir til at spenna teirra egna belti.

Tilsamans hava einir 14-15 bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri ikki at brúka trygdarbeltið.

Serliga nógv vórðu tikin í Vestmanna, har løgreglan klipti koyrikortið hjá átta bilførarum fyri ikki at brúka trygdarbelti og ein stórur partur av teimum vóru børn, sum ikki sótu fastspent.

Fær bilførari trý klipp í koyrikortið, skal hann upp til nýggja koyriroynd og stendur hann ikki royndina, missur hann koyrikortið.