Hava klipt nummarplátur av 79 bilum

Í nátt og gjáranáttina hevur løgreglan klipt nummarplátur

 

Talan er um bilar, har annaðhvørt tryggingargjald ella vegskattur ikki er goldin.

Í Eysturoy kliptu teir gjáranáttina pláturnar av 24 bilum, og aftur í nátt hava teir klipt av 12 bilum afturat í Eysturoy.

Í høvuðsstaðarøkinum hava teir eisini verið og klipt nummarplátur. Í gjáranáttina kliptu teir plátur av 17 og í nátt av 26 bilum. So tilsamans eru nummarplátur kliptar av 79 bilum, sum er eitt rættiliga høgt tal sambært vaktleiðaranum á politistøðini.

Fyri at fáa nummarplátur aftur á bilin, sum hevur mist pláturnar, skal hann skrásetast umaftur. Gjaldið, annaðhvørt fyri vegskatt ella trygging, skal gjaldast, og so prísin fyri nýggjar nummarplátur.