Hava klipt og snøggað trø í Havn

Gomlu, søguligu trøini í Tórshavnar kommunu eru seinastu vikuna klipt og snøggað, so tey betur kunnu standa ímóti harða vindinum.

Torshavn.fo:

 

Tí hava tveir arboristar verið at sæð í havnargøtum í síðstu viku. Rasmus Faurschou Madsen og Nicklas Lind Jørgensen frá fyritøkuni Henrik Ravn Træpleje hava gjørt ymiskar ábøtur fyri at økja um livstíðina av trøunum.

 

Áhugin hevur verið sera stórur, og fleiri er komin yvir fyri at forvitnast um, hvat teir gjørdu. Hetta er helst ikki síðstu ferð, at fyritøkan Henrik Ravn Træpleje  er at síggja á havnargøtum. 

 

Áðrenn  arbeiðið at klippa trøini byrjaði, varð skráseting gjørd í samráð við Skógrøktina, um hvørji trø skuldi skerast og fellast. Tað er bert býargartnarin ið átekur sær felling av trøunum í kommununi, og Henrik Ravn Træpleje hevði til uppgávu at gera ávísar ábøtur á útvald trø.  Av tí trøini vórðu skrásett áðrenn teir komu, var tað lættari hjá kommununi, býargartnaranum og fyritøkuni at gera eina tíðarætlan fyri arbeiðnum, so tað á besta hátt kundi klippast so nógv trø sum gjørligt. Uppgávan hjá teimum var m.a. at klippa, upplyftningsklipping, krúnulyft, krúnuminking, krúnubøting og Cobra.

 

Nøkur trø vóru illa farin, og tað var ivasomt, um summi av teimum kundi bjargast. Kortini eydnaðist tað teimum at geva trøunum fleiri ár aftrat. Og viðmælt varð, at vit planta fleiri trø, so tey illa skøddu trøini mugu fellast, eru longu trø plantað.   

 

##med2##

 

Frameftir er ætlanin at betra um røktina av trøunum so lívstíðin hjá okkara søguligt trøum verður so lang sum gjørligt. Um trøini fáa røttu røktina, kunnu Ahorninstrøini blíva 400-500 ár, og ætlanin hjá kommununi, býargartnaranum og Skógrøktini er, at trøini skulu náa hendan aldurin.  

 

Fríggjadagin í síðstu viku, 24. Januar, vóru allar gartnarafyritøkurnar í Føroyum bodnar inn til ein fyrilestur og verkstovu við ráðgeving um røkt av trøum. Fleiri valdu at taka av møguleikanum. Eftir fyrilesturin varð hugt eftir teimum ymsu trøunum, har greitt varð frá um ábøtur, og nøkur góð ráð vórðu givin um, hvussu arbeiðast kundi víðari við hesum trøunum.

 

##med3##

 

Tórshavnar kommuna, Skógrøktin og býargartnarin eru sera fegin og nøgd við arbeiðið og samstarvið við Henrik Ravn Træpleje.