Hava kosið »Kyiv« sum ársins orð í Danmark

Danir hava í útvarpssendingini »Klog på sprog« kosið »Kyiv« sum árins orð

»Kyiv« er kosið sum ársins orð í Danmark. (Arkivfoto). - Foto: Andrew Kravchenko/Ritzau Scanpix

Men eisini orð sum »orkukreppa« vóru við í kappingini

Í einum ári –  2022, sum hevur verið merkt av russisku innrásini í Ukraina, er landsins høvuðsstaður, Kyiv, vorðin ársins orð í Danmark.

Føroyingar valdu í gjár orðið »stuttflutt« sum ársins orð. Tað var gjørt í morgunsendingini hjá Kringvaprinum. Men navnið Ukraina var eisini við í kappingini í Føroyum.

– Kyiv er valt, tí tað, sum er hent í Ukraina síðani 24. februar hevur verið tann mest kollveltandi hendingin í 2022. Samstundis hevur tað eisini ført nógv annað við sær, sum onnur orð fevna um. Millum annað inflasjón og orkukreppu, sigur Thomas Hestbæk Andersen, stjóri í Dansk Sprognævn, sum er við í dómsnevndini.

Í finaluni var eisini orðið »orkukreppa«.

Lurtarar hava fram til 9. desember kunna sent inn teirra boð upp á orð, sum eftir teirra hugsan hava verið eyðkennandi fyri seinasta árið.

Við í kappingini vóru eisini orð sum »blodbold«, »inflation«, »københavnske saloner« og »migrantarbeijder«.

Ársins Orð hevur verið kosið í Danmark síðani 2008. Tvey tey undanfarnu árini hava orðini, sum vunnu, verið merkt av koronukreppuni. Í 2021 var tað »coronapas« og í 2020 var tað »samfundsind«.

Eyðkennið fyri orðið er ikki, at tað skal vera okkurt nýtt. Tað kann eisini vera eitt orð, sum hevur fingið nýggjan týdning.

– Ársins orð skal vera algongt millum nógv, so tað er til dømis ikki nóg mikið, at tað bara ein ein lítil bólkur ella ein einstøk ítróttagrein, sum hevur brúkt orðið. tað skal vera alment útbreitt í fólkinum. Harumframt skal tað eisini markera donsk viðurskifti.

– Tað skal eisini vera eitt orð, sum vit eisini um fimm ára halda vera sermerkt fyri árið 2022. Tað haldi eg, at Kyiv fer at vera, sigur Thomas Hestbæk Andersen.

295 orð komu inn í kappingini um ársins orð í Danmark.

/ritzau/

 

»Kyiv« er kosið sum ársins orð í Danmark. (Arkivfoto). - Foto: Andrew Kravchenko/Ritzau Scanpix