Umboðini fyri danska og føroyska Javnaðarflokkin gjørdu á fundinum hóskvøldið eitt felags pressuskriv, har greitt varð frá øllum teimum fimm spurningum, sum vóru viðgjørdir á fundinum.
? Danski Javnaðarflokkurin og Føroya Javnaðarflokkur hava í dag havt uppbyggjandi samráðingar um framtíðarsamstarvið millum flokkarnar eins og framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, segði Poul Nyrup Rasmussen, tá hann hitti tíðindafólkini eftir fundin.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur yvir fyri danska Javnaðarflokkinum strikað undir, at hann ynskir, at tað sum skjótast í samráðingunum við landsstýrið verður funnin ein rættvís og akseptabul loysn á bankamálinum.
Til hetta svaraði Poul Nyrup Rasmussen, at Javnaðarflokkurin í Danmark og tann danska stjórnin sum skjótast fara at gera seg til reiðar at samráðast um eina loysn á bankamálinum við endurgjaldi til Føroyar.
? Eina samráðingarloysn, sum byggir á virðing frá báðum pørtum, vælvilja og forstáilsi fyri at finna eina fyri báðar partar rættvísa loysn, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Jóannes Eidesgaard heitti samstundis á danska Javnaðarflokkin um at virka fyri eini loysn á fyrningarfreistini.
Poul Nyrup Rasmussen gjørdi vart við, at hann var samdur við føroyska Javnaðarflokkinum í hesum sjónarmiði.
? Stjórnin fer at gera alt, sum er gjørligt, fyri at fyrningarfreistin ikki stendur í vegin fyri eini skilagóðari samráðingarloysn, segði hann.
Jóannes Eidesgaard og føroyski Javnaðarflokkurin hava frammanundan komandi samráðingunum millum stjórnina og landsstýrið reist málið um skuldarafturgjaldingina til ríkiskassan, og spurt, hvørja hugsan danska stjórnin hevur í hesum máli.
? Stjónin fer í komandi samráðingum at royna at finna eina avtalu um skuldarspurningin, sum tekur fyrilit fyri, hvat føroyska samfelagið klárar at gjalda og fyri vælferðini, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Síðsta málið á skránni á fundinum millum flokkarnar báðar var ríkisrættarliga støðan.
? Vit hava gjørt forsætisráðharranum greitt, at í Føroyum er eitt breitt ynski um økt sjálvstýri, sum svarar til menningina í einum modernaðum samfelag, segði Jóannes Eidesgaard, og í hesum sambandi undirstrikaði Poul Nyrup Rasmussen, at danski Javnaðarflokkurin viðurkennir, at Føroyar hava krav til ta sjálvstýri, sum fólkið ynskir - eisini tí at danski Javnaðarflokkurin hevur eitt greitt ynski um at varðveita ríkisfelagsskapin við teimum felags virðum, sum samfeløg okkara byggja á, segði Poul Nyrup Rasmussen.
? Samráingarnar í kvøld hava verið ógvuliga »direktar«. Men vit hava ikki tosað um beinleiðis upphæddir - tí tað er ikki tað, vit eru komin saman til at gera. Tvey endamál eru við fundinum í kvøld. Annað er at leggja kósina fyri framtíðar samstarvið. Hitt málið er, at eg havi kunna svarað Jóannesi Eidesgaard upp á teir trupulleikar og teir spurningar, sum hann hevur, segði Poul Nyrup Rasmussen.