Kl. 10 í morgin fara umboð fyri nevndina og donsku limirnir í Finansforbundet til Suðuroyar at kunna starvsfólkið Vit vildu ikki biða tey koma norður til fundin í morgun. Tað kundi jú draga út, so tey kanska máttu liggja nátt í Havn, og tað hildu vit ikki verða neyðugt.
Tað sigur formaðurin ´ði Starvsfólkafelagnum hjá Føroya Banka, Kenneth Samuelsen.
Og tí fara partar av nevndini saman við donsku umboðunum fyri Finansforbundet til Suðuroyar við Smyrli kl. 10, og skulu beint eftir komuna, tað vil siga á miðdegi, hava kunnandi fund fyri starvsfólkunum hjá Føroya Banka í Suðuroy.
Fundurin verður í Øravík, og hann verður sum nevnt kl. 12. Og eins og við fundinum í Havn í morgun, verður eisikni fundurin í Øravík opin fyri fjølmiðlunum.
Limirnir í Starvsfólkafelagnum hjá Føroya Banka eru: Kenneth Samuelsen, formaður, Anja Rein, næstformaður, og nevndarlimirnir annars eru Rúna Hentze, Turid Jacobsen, Johan Elkjær Hansen og Arnhild Christiansen.