Trúarlív
Í desember pakka systrarnar Vanja, Laila og Barbara við føðinavninum Carlsen síni kuffert og flyta saman við familjum sínum til USA.
- Barbara hevur fingið farloyvi í eitt ár. Vit hava egið virki, sum vit nú gevast við og Laila og er sjálvstøðug vinnurekandi og fær fólk at taka yvir hennara leiklut í fyritøkuni, sigur Vanja, um álvaran aftan fyri avgerðina at sleppa tryggu kørmunum í Føroyum fyri at fara til USA at starvast fyri prædikumannin Rodney Howard-Browne.
- Fyribils hava vit avgjørt at royna hetta í eitt ár. So mugu vit taka støðu, hvat hendir aftan á tað - Um vit ætla okkum at leingja sáttmálan, ella um vit heldur vilja heim til Føroyar aftur.
Stór krossferð
Sáttmálin snýr seg um luttøku á eini krossferð hjá Rodney Howard-Browne og hansara Revival Ministries.
- Ætlanin er at vitja ein stat um mánaðin og tveir býir í hvørjum stati, har vit fara at halda stór møtir, sigur Vanja
Hon veit ikki heilt víst hvussu nógv fólk koma hvørt kvøld, men veit at siga frá, at á seinastu krossferðini hjá The Revival Ministries í U.S.A. var eitt av møtunum í einum fullsettum Madison Square Garden í New York. Henda høll hevur innandura metið fyri flest áskoðarar, og tekur yvir 90.000 fólk. So talan verður um sera stór møtir.
Líkasum Hans Fróði, maður Lailu, kemur maður Vanju, Aron og bæði børnini koma eisini við til USA.
- Tey fara at ferðast við okkum hetta árið. Tey eru 7 og 9 ár nú, so vit fara at hava heimaskúla við teimum. Vit fáa frálærutilfar við úr Føroyum, so tað skal nokk ganga. Har yviri er heimaskúli rættiliga vanligur. Nógv fara ikki í skúla, fyrr enn tey skulu í College, tí tað er so mikið av kriminaliteti í almennu skúlunum, sigur Vanja.
Ferðaðust kring USA í summar
Í summar hava Vanja, Barbara og Laila verið sjey vikur í USA. Har hava tær sungið til møtir hjá Rodney Howard-Browne m.a. í høvuðssætinum hjá The Revival Ministries, The River Ministry í Tampa Bay í Florida. Men tær hava eisini ferðast kring USA við prædikumanninum. Tær vitjaðu fleiri ymiskar samkomur, millum annað samkomuna, ið hjúnini Mike og Becky Hammond hava í Minneapolis. Hetta er ein samkoma við 10.000 limum, og við einum samkomuhøli við 3.500 sitipláss.
- Har var so gott skil á øllum, allir lovsangararnir vóru í sama búna, útgerðin var øll í topp, og tú fekst akkurát tað, sum tú bað um, sigur Vanja.
Ein av upplivingum, ið taldist millum tær størru var, tá tey vitjaðu í San Diego, Kalifornia. Hetta var ikki ein stór samkoma, men prædikumaðurin var professari í biokemi, og hann og familja hansara tóku væl ímóti føroysku gestunum. Tey gjørdust somikið væl, at synirnir hjá honum í hesum døgum vitja í Føroyum.
Varpaðar um allan heim
Tá tær saman við Rodney Howard-Browne vitjaðu eina samkomu í Dallas, nýtti Howard-Browne høvið at vísa føroysku songkvinnurnar fram fyri øllum heiminum. Hann bar so í bandi, at tær komu við í sending á Day Star sjónvarpsrásini, ið er næststørsta kristna rásin í heiminum, og sum sendur um allan heim.
- Tað var øgiliga flott at koma inn í hetta studioið, har sum so kend fólk sum Benny Hinn og onnur hava verið áðrenn okkum. Tey prátaðu við okkum, og so hevði Rodney skipað fyri, at vit eisini sluppu at syngja ein sang, greiður Vanja frá.
Sendingin varð send um allan heim tríggjar ferð, og kvøldið eftir varð møtið úr samkomuni, ið tær vitjaðu í Dallas somuleiðis sent á Day Star, og sangurin hjá Vanju, Lailu og Barbaru varð enn einaferð varpaður um allan heim.
Umboða Føroyar
- Vit eru eitt slag av umboðsfólki fyri Føroyar. T.d. vístu vit á einum korti, hvar Føroyar var, tá vit vóru á Day Star. Eingin sum vit hittu kendi nakað til Føroyar, so vit brúktu nógva tíð til at siga fólki frá um okkara land, sigur Vanja.
Rodney Howard-Browne plagdi eisini á øllum møtunum, ið tær sungu á at siga frá um Føroyar.
Ein maður, ið júst hevði hoyrt tær syngja ein sang á føroyskum, kom til tær aftan á eina framførslu, og greiddi teimum frá hvussu gott, tað var at hoyra tær syngja á sponskum, greiðir Vanja frá, ið heldur, at tað er ótrúligt so lítið nógvir amerikanarar vita um umheimin.
- Ein annar maður spurdi okkum, um vit so tosaðu evropeiskt, tá hann hoyrdi hvar Føroyar lá. Men einaferð hitti Barbara eini gentu, sum segði, at hon kendi Føroyar, Barbara gjørdist eitt sindur bilsin, inntil gentan spurdi, um vit tosaðu svenskt ella norskt í Føroyum, sigur Vanja.
Ómetaliga væl móttiknar
- Eg havi ikki orð fyri, hvussu væl vit vórðu móttiknar av Rodney og hinum í The Revival Ministries. Vit vórðu ongantíð sleptar upp á fjall, og alla staðni varð tikið so væl ímóti okkum. Tá vit komu yvir til USA, kendu vit næstan ikki hesi fólkini. Vit høvdu bert tosað við tey einaferð, men vit vóru so positivt yvirraskaðar av móttøkuni, sigur Vanja.
Eitt nú hevði Howard-Browne skipað fyri, at tær sluppu at vitja Disneyland í tríggjar dagar.
- Man møtir nógvum fólki, tá man fylgist við Rodney. Vit hittu m.a. Big John Hall úr Blackwood Brothers, sum var komin at luttaka á einum møti í Texas. Laila sat við síðurna av honum og fann ikki útav fyrr enn aftaná eina løtu, hvør hesin maðurin var. So tit kunnu ímynda tykkum, at tað var stuttligt at ringja heim og greiða babba frá hesum. Hann er av størstu Blackwood Brothers fjepparum, sigur Vanja flennandi.
Tónleikurin væl dámdur
Systrarnar sungu á møtum nærum hvørt kvøld, og teirra tónleikur varð væl móttikin.
- Vit fingu fleiri ferðir at vita, at vit ikki skuldu sleppa okkara máta at syngja uppá, at vit ikki skuldu blíva amerikaniseraðar, sigur Vanja.
Í USA er RnB dominerandi á kristna tónleikapallinum, Vanja heldur, at hetta kann vera orsøkin til, at fólk gleddist um at hoyra okkurt, sum var annarleiðis.
- Vit sungu nógv gamalt, sum í Føroyum verður bólkað sum keðiligt, men har var tað spennandi, tí eingin annar ger tað, sum vit gera, sigur hon.
Tær sungu mest á enskum, men av og á vildu fólk hoyra føroyska málið, so sungu tær onkran sang á føroyskum.
Hendingarík møtir
- Eg eri glað um at hava hitt tey fólkini, sum vit sluppu at ferðast við. Boðskapurin, sum tey bera fram, er einfaldur, men hevur nógv kjøt á. Í USA fer fólk á møti og væntar, at tað fer at henda okkurt viðkomandi fyri teirra lív á møtinum, og tey síggja ting henda, eisini tí tey vænta, at okkurt fer at henda, sigur Vanja.
Lært at geva og at fáa
- Vit hava lært nógv um tað at geva og fáa á ferðini í USA. Vit vóru nokkso skeptiskar, tá vit fóru har yvir, man hevur hoyrt nógv um, at hesi fólkini bara skovla pening inn Men okkara áskoðan er fullkomiliga broytt, tí vit hava sæð eina heilt aðra síðu, greiðir Vanja frá.- Hesi fólkini liva eftir tí, sum Bíblian lærir okkum, Gev og tú skalt fáa!. Vit hava sæð so nógv dømi um fólk, sum geva so nógv, m