- Eg vil ikki siga tað verður arbeitt málrættað við tí, men vit eru tilvitað um tað. Vit hava eisini fingið ein fyrispurning frá Norðurlandaráðnum, har tað verður viðmælt, at fara undir eina norðurlendska verkætlan, har man kortleggur og nágreinar hvat man hevur av SAR útgerð og hjálp í Norðurlondum og hvussu man kann fíggja eina nøktandi SAR tilbúgving, sigur Andrass Marr Poulsen.
Tað sigur Andrass Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari fyri føroysku tilbúgviningina, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, til spurningin um man í Føroyum fyrireikar seg til eina økta skipaferðslu í samband við broytingarnar í Arktis.
Í samrøðuni vísir tilbúgvingarsamskiparin á, at føroyingar hava eina góða tilbúgving, men um tað er neyðugt, so ber til at fáa hjálp frá grannalondunum.
- Í Norðurlondum hevur man eina langa siðvenju fyri samstarvi. Vit hava samstarv innan dálkingartilbúgving á sjónum, ið er fevnd av Keypmannahavnaravtaluni, og so eru vit við í Nordred, ið er ein sokallað musketeravtala, ið inniber, at um man ikki megnar at loysa eina uppgávu við egnum tilfeingi, so kann man fáa hjálp frá hvørjum øðrum, sigur tilbúgvingarsamskiparin.
Les meira um evnið í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.