Hava latið 45 litrar av blóði

Hjúnini Erland og Sanna Rasmussen fingu herfyri hvør sína gullnál fyri at hava latið blóð 50 ferðirnar. Hetta er 34. árið, at tey bæði lata blóð

Fyri stuttum vórðu hjúnini Erland og Sanna Rasmussen heiðrað við gullnál fyri hvør í sínum lagi at hava latið blóð 50 ferðir.

Og tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað skulu í minsta lagi ganga tríggir mánaðir ímillum, at blóð verður latið. Tað ber sostatt vanliga bara til at lata blóð fýra ferðir um árið.

Hjá Erlandi og Sannu hevur tað kortini tikið nakað longri tíð, serliga tí tað ikki eru tey sjálvi sum avgerða, nær tey geva blóð.

- Tað fer soleiðis fram, at vit fáa boð frá blóðbankanum um at lata blóð. Tað er sjálvandi upp tilo okkum sjálvi um vit gera tað, men vanliga gongur tað soleiðis fyri seg, at ein sjúkrabilur heintar okkum, tí tað er ikki ráðiligt at koyra bil eftir, at mann hevur givið blóð, greiðir Erland frá.

Tey lata vanliga ikki blóð saman, men tey valdu at gera tað hesaferð eftirsum tað hjá báðum var talan um 50. Ferð, og at tey harvið skuldu fáa eina gullnál í part.

- Tá tú kemur út á laboratiriið skal tú hvørja ferð fylla út eitt skjal við áleið tjúgu spurningum, har tú skal vátta, at tú ikki hevur nakra sjúku, ella at tú ikki tekur nakran heilivág, sigur Erland.

Men hvussu bar tað til, at tit av fyrstan tíð gjørdu av at gerast blóðdonorar?

- Tað var rættiliga tilvildarligt sum so. Blóðbankin gjørdi eitt átak um tað mundið, eg arbeiddi í Landshandlinum og vit vóru fleiri, sum tóku okkum saman og gjørdust blóðgevarar. Konan arbeiddi tá í Sjóvinnubankanum, sum var beint við Landshandilin, og eisini har vóru tað nógv, sum hildu tað verða eitt gott hugskot at geva blóð. Nøkur lupu frá tá tað kom til stykkið, men vit vóru kortini fleiri, sum gjørdust blóðgevarar, sigur Erland Rasmussen.

 

Gevur og fær

Hetta var í 1973, altso fyri 34 árum síðani. Og síðani hava bæði Erland og Sanna, hvør í sínum lagi, nýtt út við tíma hvørja ferð at lata blóð.

- Men tað hevur ongan tíð verið nakar trupulleiki frá arbeiðsgevarunum, eg havi havt, sigur Erland Rasmussen.

Sum omanfyri greitt frá, skulu ganga minst tríggir mánaðir ímillum, at tú gevur blóð, men um so er, at tú hevur eina serliga, óvanliga blóðtypu, kann talan verða um styttri tíð.

- Hevur tú eina óvanliga blóðtypu, og manglar blóðbankanum hesa blóðtypuna, kanst tú verða innkallaður nær sum helst at lata blóð, eisini mitt um náttina, sigur Erland Rasmussen, sum minnist seg einaferð verða tilkallaðan á nátt.

Upp á spurningin um hví hann og konan geva blóð og hava gjørt tað í so mong ár sigur Erland:

Tað er hetta, at kunna hjálpa øðrum, sum er drívmegin aftanfyri. Men tú ikki bara gevur, tú fær eisini, tí ein roynd av blóðinum verður hvørja ferð kannað, so tað er eisini ein ávísur tryggleiki í at geva blóð, sigur Erland Rasmussen.

Nú Erland og konan hava rundað 50 blóðtappingar í part, hava tey útvegað blóðbankanum heilar 45 litrar av blóði.