Tá russisku myndugleikarnir í summar fóru í hernað ímóti stóra oljufelagnum Yukos og stjóra tess, Mikhail Khodorkovskij, roknaðu búskaparfrøðingar við, at útlendski fíggjarheimurin fór at venda Russlandi bakið.
Men so er ikki. Eitt yvirlit yvir útlendsku íløgurnar í Russlandi í juli-ársfjórðingi vísir, at útlendingar gjørdu íløgur fyri 8,2 milliardir amerikanskar dollarar í Russlandi frá juli til oktober. Tað merkir, at útlendsk feløg og einstaklingar hava gjørt íløgur fyri næstan 21 milliardir dollarar í Russlandi frá nýggjárinum til 1. oktober, og tað eru heili 62 prosent meiri enn í somu mánaðum í fjør. Flestu útlendsku íløgupengarnir koma úr Týsklandi, USA, Kýpros, Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum.
Óheftir búskaparfrøðingar siga, at tað eru tær stóru útlendsku íløgurnar, sum gera, at framburðurin í russiska búskapinum framvegis er stórur. Stjórnin í Moskva roknar við, at búsksparvøktsurin verður 6,6 prosent í ár. Hinvegin hava russarsjálvir ikki so stórt álit á landsins búskapi og myndugleikum. Í hvussu er hava teir flutt nógvar milliardir dollarar av landinum.