Hava lítlar vónir um at gera meiri í ár

Bjargingarroyndin miseydnaðist men stjórin væntar ikki at tey fáa gjørt meiri í hesum umfari

##med2##

 

Tað er ikki nakrar serliga vónir fyri, at vit fáa gjørt meiri í ár. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. Tað var 5. apríl, at fóðurflakin, Hellistangi, sleit og rak á land vesturi á Víkum. Hann fekk stóran skaða, tí hol kom á gronina, niðarliga á báðum síðum og fleiri staðni undir botninum.

 

Les meiri um tað her: Bjargingarroyndin miseydnaðist - í fyrsta umfari

 

Atli Gregersen sigur, at tey settu boyur á hann, og tey luft í hann, at hann hevði so nógva uppdrift í flakan, at tað var tvær ferðir so nógv, sum flakin vigaði. Men hann stóð, sum í berginum, segði Atli Gregersen við FM1 seinnapartin í dag.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hvat næsti leikur verður, og nær hann væntar, at meiri fer at henda.