Hava lokaliserað bátin

Føroyska bjargingartyrlan hevur funnið pólska seglbátin, sum í morgun sendi út neyðarkall.

Edvard Hansen frá MRCC sigur, at fyrsta neyðarkallið varð sent yvir satelitt og er av sjálvvirkandi slagnum. Tó kann neyðarkallið aktiverast manuelt.

- Vit hava ongantíð havt veruligt samband við bátin, men vit hava hoyrt hann í brotum á VHF’inum. Og føroyska bjargingartyrlan sveimar nú uppi yvir bátinum, og tyrlan hjá donsku sjóverjuni verður væntandi á leiðini um hálvan tíma, sigur Edvard Hansen.

Annars vita teir á MRCC ikki meira at siga um, hvussu støðan er hjá pólska seglbátinum, men sum nevnt er hann funnin, og føroyska tyrlan er hjá bátinum.