Hava loyvi at krevja at fólk skulu vera í masku

Løgtingsins Umboðsmaður tekur ikki undir við eini kæru um, at Tórshavnar Býráð hevur ikki loyvi at krevja, at ferðafólk við Bussleiðini í Havn, skulu vera í masku

Tað er ílagi, at Tórshavnar Býráð krevur, at tey, sum koyra við Bussleiðini, skulu vera í masku, ímeðan tey eru í bussinum. Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

Fólk hava annars klagað til umboðsmannin um kravið frá býráðnum um at fólk skulu vera í masku ímeðan tey eru í bussinum. Tey halda, at tað hevur Býráðið ikki heimild til, men umboðsmaðurin tekur sostatt ikki undir við kæraranum.

Ein almennur myndugleiki kann, akkurát sum ein og hvør privatur persónur, áseta reglur fyri eitt øki, sum tey hava rætt at ráða yvir, hóast almenningurin hevur atgongd til øki,  sigur umboðsmaðurin.

 Tað er tó eitt krav, at reglurnar hava saklig atlit og ikki fara longur enn neyðugt fyri at røkka endamálinum

– Eg haldi, at kravið um at vera í masku í bussunum hjá Bussleiðini í Tórshavnar kommunu er at meta sum útinnandi fyrisiting. Tórshavnar kommuna eigur og rindar fyri busstænastuna og hevur sostatt ræðisrættin yvir bussunum hjá Bussleiðini.

Tí heldur Løgtingsins Umboðsmaður, at Tórshavnar býráð, kann seta treytir um, at øll ferðafólk í bussunum skulu vera í masku, ímeðan tey eru í bussunum, hóast hetta ikki beinleiðis er heimilað í nakrari lóg.

Umboðsmaðurin heldur eisini, at kravið um at vera í masku, er sakligt og tað er í samsvari við korona-ráðgevingina hjá Landsstýrinum. Endamálið er nevniliga at tryggja, at korona ikki breiðir seg í bussunum, og at so nógv fólk sum gjørligt kunnu ferðast trygt við bussunum.