Hava mist nógva jørð í havið

Ígjøgnum tíðirnar hava sumbingar mist rættiliga nógva jørð, tí hon er skolað í havið í brimi. Tí er í tøkum tíma, at bakkaverjan verður gjørd og jørðina, teir hava mist, fáa teir ikki aftur

Bakkaverja
Sumba er brimpláss burturav. Og brimið er so nógv, at tað máar alsamt meiri og meiri burtuav lendinum. Sostatt er ein munandi partur av lendinum, niðast við, skolað í havið
av brimi.
Mátingar hava víst, at har brimið hevur máað mest burturav, eru eru heilir 17 metrar av lendi farnir í havið, bara hesi seinastu árini.
Sostatt eru tað nógvar traðir og nógvur bøur, sum av røttum skuldu gingið oman í mølina og heilt út á sjógv eftir matrikulnummarinum.
Og eftir uppmátingun um hjá matrikulstovuni at døma, skuldi tað sostatt eisini verið fleiri sumbingar, sum áttu langt oman í mølina og heilt út á sjógv.

Bakkin er altíð mark
Men so er ikki!
Bygdaráðið í Sumba hevur sett sær fyri at kanna, hvussu langt oman í mølina, eitt matrikulnummar kann ganga.
Bygdaráðið vildi í sama viðfangi hava fulla greiði á, hvør í veruleikanum eigur mølina.
Á seinasta bygdaráðsfundi varð ein umfatandi løgfrøðilig frágreiðing løgd fyri bygdaráðið.
Og eftir henni er greitt, at ongin kann eiga longur oman enn á sjálvan bakkan.
So hóast eitt matrikulnummar av røttum gongur heilt oman í mølina og á sjógv, verður markið altíð sett við sjálvan bakkan.
Sostatt er tað, sum er máað í havið, mist.
? Niðurstøðan hjá løgfrøðinginum er sostatt, at ognarrætturin fellur burtur, so hvørt sum lendið máast burtur.
Sostatt gongur ein ogn ongantíð longur oman, enn oman á sjálvan bakkan, upplýsti Jacob Vestergaard, borgarstjóri, fyri bygdaráðnum.
Sjálv mølin er sostatt felagsogn.
Hesa seinastu tíðina hava sumbingar, við stuðuli frá landinum, lagt stóra orku í at at stoypa framvið bakkanum at verja fyri, at ikki meiri skal máast burturav lendinum.
Av tí, at so nógv verður máað burturav, er tað í tøkum tíma, at hendan bakkaverjan verður gjørd.
Men eftir niðurstøðuni hjá løgfrøðinginum, verður tað altíð bakkaverjan, sum verður mark fyri, hvussu langt oman ein ognari eigur, sama, hvussu nógv er máað burturav lendinum og, hvussu langt oman, stykkið hevur gingið.