Løgreglan hevur nógv stríð av grannaklandri – men tað er sjáldan, at grannaklandur er eitt mál fyri løgregluna.
– Vit sita mangan við eini kenslu av, at fólk, sum eru ill við grannan, brúka løgregluna sum jarnbrot til at kúga grannan við, sigur løgreglan.
Tey siga, at tað er javnan og savnan, at fólk ringja til løgregluna at klaga ein granna um ymisk viðurskifti. Klagað verður um alt hugsandi og óhugsandi, men í roynd og veru er tað sjáldan, at grannaklandur er ein uppgáva fyri løgregluna.
– Hava fólk trupulleikar av trøum, innkoyringum, gørðum og runnum hjá einum granna, er tað ikki eitt mál fyri løgregluna, sigur løgreglan. Tað er heldur ikki ókent, at familjulimir eru ósamdir um jørð og ognir, og so hevur tað lyndi til at vinda upp á seg, so at alt møguligt annað verður drigið upp í, men heldur ikki í slíkum førum eru tað mál fyri løgregluna.
Tey fólk, sum ringja til okkara at klaga um grannan, føla seg uttan iva gingin ov nær. Men tað er bara sjáldan at vit eru tann rætti myndugleikin at avgreiða málið. Klára grannar ikki at loysa ósemjuna sínamillum, er at venda sær til kommununa, ella til ein sakførara, sigur løgreglan. Men tað hava fólk mangan ringt við at skilja, og so ilskast tey eisini inn á okkum , leggur løgreglan afturat.
– Tá ið fólk ringja til okkara, mugu vit brúka tíð upp á at kanna, hvat er í málinum, og eftir mínum tykki brúka vit alt ov nógva orku upp á ymisk mál grannaklandur, sum í roynd og veru ikki eru løgreglumál yvirhøvur, sigur løgreglan.
Tey siga, at grannaklandur verður ikki eitt mál fyri løgregluna, fyrr enn talan kann vera um brot á politiviðtøkurnar.
Í hesum sambandi kann nevnast, at sum heild hava fólk ikki loyvi til at órógva hvønn annan við larmi um næturnar, fyri at taka eitt dømi. Tað kann eisini metast at vera órógvandi, skuldi fólk funnið upp á at sett eitt ljós upp, sum er so bjart, at tað at lýsir alt upp hjá grannanum eisini, fyri at nevna eitt annað dømi.
– Standa hundar úti og goyggja, ella fáa fólk ikki náttarfrið fyri einum hana, sum stendur og gelur, kunnu vit eisin meta um, antin talan er um brot á politiviðtøkurnar, sigur løgreglan.
Í slíkum føri, har talan kann vera um brot á politiviðtøkurnar, er løgreglan sjálvsagt rætti myndugleikin at ringja til, og so meta vit um støðuna, leggur løgreglan afturat.