Hava onga hóming av hví eldur kom í

Tað tók yvir fimm tímar at basa stóreldinum við Ljósá í gjárkvøldið

Nú verður roynt at fáa greiði á, hví eldur kom í bygningin hjá KJ-Sandblásing við Ljósá seint seinnapartin í gjár.

 

Tað var klokkan 17.33 í gjár at ringt varð til løgregluna at boða frá, at eldur var í vinnubygninginum hjá KJ-Sandblásing við Ljósá. Vandi var fyri vandamiklum royki og tí varð landsvegurin ímillum Ljósá og Eiði, stongdur.

 

Talan var um so stóran eld, at tað tók yvir fimm tímar hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á støðuni. Løgreglan sigur, at allur bygningurin er ikki brendur, men í tí partinum, sum eldur var í, er skaðin heilt stórur.

 

Løgreglan sigur, at ein maður var til arbeiðis í høllini, tá ið eldur kom í, men hann var púra tikin á bóli og varnaðist einki fyrr enn eldurin var so stórur, at tað var bara hjá honum at sleppa sær á dyr. Hann hevði roynt at sløkkja við við eldsløkkjara, men tá var eldurin longu so stórur, at tað munaði einki.

 

Løgreglan sigur, at enn er brandvakt á staðnum og brandteknikarar hjá løgregluni eru farnir at kann bygningin í eini roynd at finna út av, hví eldur kom í. Talan er um so stóran eld, at kanska koma brandteknikarar úr Danmark eisini til Føroya at leita eftir orsøkini til eldin.

 

Løgreglan sigur, at tey fara eisini at tosa við mannin, sum var til arbeiðis fyri at vita um hann kann hava eina forkláring upp á, hvat tað var, sum hendi og annars komu starvsfólki til arbeiðis í morgun, og tosað verður eisini við tey.