Hava ongantíð verið so nær

BÍÐISTØÐA Annika Olsen hevur góðar vónir, men nú bíðar hon eftir afturmeldingum

Ein semja um at nýskipa kommunala bygnaðin og leggja kommunur saman, hevur ongantíð verið so nær sum nú.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Annika Olsen sigur, at nýskipanarætlanin skal nú til politiska viðgerð í samgonguflokkunum.
Hon leggur eisini dent á, at endamálið hjá samgonguni er, at nýskipanin á kommunala økinum skal eisini hava so stóra fólksliga undirtøku, sum til ber.
Tí er ætlanin nú send teimum báðum kommunufeløgunum til hoyringar, eins og tey eisini hava verið við á fundum um ætlanina.
Nú bíðar hon so eftir eini afturmelding haðani.

Fólkslig tilgongd
Annars ætlar hon eisini at ferðast til allar kommunurnar at greiða frá ætlanini. Tað er eisini ein møguleiki, at hon fer at heita á allar kommunur um at skipa fyri borgarafundum, har landspolitikarar kunnu vera við at kunna og svara spurningum.
Tað er somuleiðis ein møguleiki, at fólkaatkvøða skal vera í kommunum kring landið um nýskipanina.
Annika Olsen miðjar eftir, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið og avgreitt, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí, helst í síðst í apríl ella fyrst í mai.
Treytin fyri tí er sjálvandi, at samgonguflokkarnir taka undir við tí, men tað hevur hon góðar vónir um, tí politiski fylgibólkurin, sum hevur stungið út í kortið, er vælmannaður við tað, at har sita bæði løgmaður, landsstýriskvinnan í innlendismálum, teir tríggir floksformenninir í samgonguni, umframt tvey umboð fyri hvønn flokk í samgonguni.
Annika Olsen hevur sagt áður, at fæst ikki ein semja um kommunubygnaðin nú, sleppur hon ætlanini, tí nú skal tað verða egg ella ungi.
Vit hava fleiri greinar um sama evnið í internetsosialinum í dag.