Hava ongantíð vunnið á heimavølli

FS Vágar hevur bara fingið eitt stig í Miðvági í ár, og hagtølini hjá KÍ siga næstan, at tað hesa ferð ikki eigur at eydnast teimum at fáa fulla úrtøku

UPPTAKT

Tað hevur als ikki hilnast soleiðis hjá FS Vágum, sum teir undan kappingarbyrjan høvdu vónað. Teir hildu seg hava manning til pláss í miðjuni. Nú tað resta trý umfør, er FS Vágar næstaftast. Sannlíkið tykist stórt fyri, at teir í endaspæli mugu stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini. FS Vágar hevur ongantíð megnað at vinna á heimavøllinum í Miðvági í ár, og teir hava bara fingið stig á heimavølli í javnleikinum ímóti GÍ (2?2).
Við stórsigrinum á heimavølli ímóti Skála fekk KÍ snarað málmuninum, soleiðis at hann nú er positivur. Høvuðseyðkennið hjá klaksvíkingum hevur í ár verið, at teir hava verið óstøðugir. Higartil í ár hava teir ongantíð megnað at vinna tveir landskappingardystir á rað. Spurningurin er nú, um teir hesa ferð fara at megna at vinna øll stigini, eftir at teir síðsta sunnudag vunnu.

Ódrúgvir útlendingar
Ímóti B36 helt FS Vágar leingi tørn, men so góvu teir B36 eitt mál, og hóast teir megnaðu at javna, so taptu teir kortini 4?1. Síðsta sunnudag var bara ein av útlendingunum, Clayton Soares, førur fyri at vera við frá byrjan. Hesa ferð verður í hvussu so er Silva Braga, sum var skaddur í fótinum seinast, ímillum teir fyrstu ellivu. Hann hevur vant í vikuni, og hann er førur fyri at spæla.
Jóhannis Joensen, sum hevur verið plágaður av liðbandsskaða í knænum síðani B68 var í Miðvági, er farin aftur at venja, men tað verður ikki roknað við, at hann verður á liðnum ímóti KÍ. Kim Poulsen hevur leingi verið plágaður av skaða í lærkrikanum, og hann verður neyvan við ímóti KÍ.
Ovi Nysted verður ikki á KÍ liðnum í morgin. Fyri aðru ferð síðani summarsteðgin er hann leikbannaður. Síðani leikbannið ímóti B68 hevur hann spælt tvær ferðir, og hann hevur fingið gult kort báðu ferðirnar.
Eyðun Klakstein fekk ein løst undir venjing mánakvøldið. Tað tóktist vera heilt álvarsamt, og Eyðun hevur ikki vant síðani. Men talan hevur verið um framgongd, og fyrrapartin í gjár var tað ikki heilt útilokað, at hann kanska verður við í morgin.
Í sjeynda umfarinum vann KÍ 2?0 á FS Vágum í Klaksvík. Vágamenn mettu eftir ta uppgerðina, at KÍ mundi vera veikasta liðið, sum teir høvdu spælt ímóti. Spuringurin er nú, um teir fara at megna at fáa øll stigini frá KÍ og harvið fara at vinna fyri fyrstu ferð á heimavølli í ár. Einasti FS Vágar sigurin á árinum er tann, sum teir í sætta umfarinum vunnu á Toftum.
Um KÍ ikki megnar at vinna hesa ferð, so verður framvegis møguleiki fyri, at hetta verður kappingarárið, tá ið KÍ ikki megnaði at vinna tvær ferðir á rað.