Hvørki reiðarar ella fiskimenn fara at góðtaka, at teir skulu betala sína egnu minstuløn.
Tað siga bæði Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Eftir Ólavsøkupakkanum hjá samgonguni, skal landið sleppa undan at betala minstuløn til fiskimenn, tí mett verður, at hetta er ein útreiðsla sum manningarfeløgini og reiðarafelagið eiga at betala. Tí verður møguleikin nevndur at gera eina skipan, sum partarnir betala til og sum síðani skal fíggja minstulønina.
Ikki í álvara
Viberg Sørensen staðfestir, at eitt slíkt uppskot tekur hann ikki í álvara, tí fiskiflotin er so mikið illa fyri, at her er stutt og greitt onki at betala við.
Tí er Reiðarafelagið ikki sinnað at vera við í eini skipan, sum leggur enn fleiri útreiðslur á vinnuna.
Annars heldur hann, at tað eru manningarnar, sum fáa ágóðan av eini minstulønarskipan og tí heldur hann, at bólturin fyrst og fremst liggur hjá manningarfeløgunum.
Men eina skipan, har reiðarin skal betala eina byrðu afturat, er hann ikki við til.
Eykaskattur til fiskimenn
Jan Højgard, formaður í Fiskimannafelagnum sigur, at eftir tí, sum liggur í kortunum, skal landskassin betala eina lítla upphædd í ein minstulønargrunn, men síðani verða tað helst reiðarar og fiskimenn, sum skulu gjalda inn í grunnin og fíggja minstulønina.
- Hetta merkir, at fiskimenn við góðari inntøku, skulu gjalda til teir við lágari inntøku.
Men fiskimenn fara ikki at lata sær lynda, at korini verða gjørd enn verrin enn tey eru nú, sigur formaðurin í felagnum.
Hann sigur, at skulu manningarnar sjálvar fíggja sína egnu eftirlønarskipan, er talan um ein eyka skatt og tað eru fiskimenn til reiðar at stríðast ímóti.
Hann leggur afturat, at tekur eitt síkt stríð seg upp, sum kanska endar við, at skipini verða løgd, fer tað at svíða illa, tí so kemur so slett onki í landskassan
- Men vit vóna at sleppa undan a seta tiltøk í verk, tí tað er tað ongin, sum vil, leggur hann afturat.
Hann sigur at sjálvandi ber altíð til at kanna ymsar møguleikar, men skal ein nýggj skipan finnast fyri minstulønina, skal tað verða ein øgiliga góð skipan, sum hann tekur til.
Men at betala eina ávísa prosentupphædd av hýruni í ein minstulønargrunn verður ikki góðtikið, tí alt skal vera við máta, sigur Jan Højgaard.
Les eisini greinina: Reiðarar og fiskimenn skulu betala sína egnu minstuløn