Maðurin á ovastu rók í Fótbóltsambandi Føroya er í dag tann sami, sum hann var fyri 10 árum síðani, tá føroyska landsliðið trein inn á altjóða fótbóltspallin við einum ordans braki.
- Sigurin á Eysturríki var tann størsti sigurin. Hesin sigurin kemur altíð at standa sum nakað heilt serligt í føroysku fótbóltssøguni, heldur Torleif Sigurðsson.
- Undan dystinum vistu vit í grundini als ikki, hvussu leikur fór at fara, tí vit høvdu ikki roynt hetta áður. Nógvir atfinningarsamar røddir vóru frammi, sum søgdu at vit fóru at gera Føroyum fyri skommum, og at vit ikki hoyrdu heima í altjóða fótbólti.
Óveruligt
Bæði uttanlands og í Føroyum vóru tað nógv fólk sum hildu, at Føroyar hevði einki at gera í eini EM-kapping, og at eitt tap undir 10-0 var ein sigur fyri Føroyar.
- Fólk førdu fram, at vit áttu at kenna okkum hógv, og at vit fóru at blíva avbukaðir ímóti Eysturríki. Vit, sum stóðu við ábyrgd, vóru eisini í iva um, hvussu fyrsti dysturin fór at enda. Tí var tað fullkomiliga óveruligt, at vit skuldu vinna á Eysturríki.
- Aftan á dystin mátti eg klípa meg í armin og spyrja, um hetta var veruleiki, ella um tað var ein dreymur. Og eg minnist, at folk í Eysturríki tosaðu um eina landaskomm. Ein heilt tjóð var flov, tí vit høvdu sett teirra landslið uppá pláss, sigur Torleif Sigurðsson.
Kundi enda galið
Formaðurin í FSF heldur, at grundsjónarmiðið fyri altjóða luttøkuni hjá Føroyum var sunt.
- Vit søgdu, at um vit ikki kundu verða við fíggjarliga ella ítróttarliga, so høvdu vit einki at gera í altjóða fótbólti. Vit hildu, at vit vóru á rættari leið, men vit vistu, at tað kundi enda heilt galið, um vit ikki stóðu okkum fíggjarliga ella ítróttarliga. Tíðin eftir sigurin á Eysturríki hevur víst, at vit hoyra heima í altjóða fótbólti. Vit standa okkum bæði fíggjarliga, ítróttarliga og umsitingarliga, sigur Torleif Sigurðsson.
- Tá vit fóru uppí, kendi eg meg vísan í, at um vit ikki tóku kjansin tá, so fór tað at verða trupult seinni, tí treytirnar fyri limaskapið fóru at broytast. Vit eru í eini heilt serligari støðu sum tjóð, tí vit eru ikki nakað sjálvstøðugt land, og eftir at múrurin fall, og londini í Jugoslavia tóku loysing, eru treytirnar fyri limaskapi broyttar.
Gott fyri fólkið
Síðani sigurin á Eysturríki hevur føroyskur fótbóltur ment seg sera nógv, og so seint sum fyri eini góðari viku síðani var tað sjón fyri søgn, at sjálvt tey bestu landsliðini í Europa vinna ikki altíð ímóti føroyska landsliðnum.
- Vit hava nógvar føroyskar spælarar uttanlands, og landsliðið hevur ment seg nógv. Hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan luttøkuna í EM og HM kappingum. Vit vóru noyddir at taka stigið fyri at geva teimum spælarunum, sum veruliga hava hug og evni, ein møguleika at koma longur, sigur Torleif Sigurðsson.
- Okkara spælarar eru búnaðir nógv hesi seinastu 10 árini. Føroyskur fótbóltur hevur prógvað, at hann kann verða við í EM og HM kappingum, og um vit nú høvdu tapt 10-0, hevði tað verið ein skandala.
- Tey avrik, sum vit hava í fótbóltsdystum, hevur týdning fyri okkum sum fólk. Tað skal einki politiskt leggjast í tað, men tað eru nógv fólk, sum eru glað fyri góðu fótbóltsúrslitini, tí tey vísa, at vit eru einki verri enn onnur. Ofta eru hetta eisini fólk, sum als ikki hava áhuga fyri fótbólti sum so.
Búskaparligur fyrimunur
Umframt at viðvirka til, at føroyingar gerast stoltir av sær sjálvum, er fótbóltslandsliðið ein búskaparligur fyrimunur hjá føroyingum. Umfamt tað nógvu og góðu umrøðuna, sum fótbólturin hevur við sær, kastar luttøkan í altjóða fótbólti eisini pengar av til føroyska samfelagið.
- Vit staðfestu beinanvegin, tá vit fóru við í altjóða fótbólt, at vit kundu ikki líta á føroyska samfelagið at fíggja okkara luttøku. Tí kannaðu vit allar møguleikar fyri fígging hjá UEFA og FIFA, og tað vísir seg, at hesi felagsskapir hava eina solidariska skipan sum ger, at øll fáa tað sama í grundgjaldinum, og síðani er tað upp til hvørt land av standa seg so væl sum gjørligt, sigur Torleif Sigurðsson.
- Vit hava millum 12 og 15 milliónir krónur millum fingrarnar hvørt ár, og føroyska samfelagið fær stóran ágóða av, at útlendsk landslið koma hendan vegin. Vit fáa 700.000 krónur í stuðli frá landskassanum, men tað er bara ein partur av tí, sum vit gjalda í MVG og skatti.
Og hetta er 10 ár eftir, at Føroyar góvu Eysturríki ein vals, so tað hoyrdist úr Wien heilt til Mikladals.
Og vit hava lært.