Hava ráðstevnu um stýrisskipanir

Mikudagin koma útlendskir serfrøðingar til Føroyar at viðgera og greiða frá ymiskum stýrisskipanum

Fýra virdir stjórnmálafrøðingar úr útlondum koma í næstu viku til Føroya at verða við á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnan fer at viðgera ymsar stýrisskipanir, nú tað hevur verið umfatandi politisk umrøða av, hvussu framtíðar støðan hjá Føroyum skal vera. Alt frá eini veruligari loysing til einum framhaldi av ríkisfelagsskapinum verður nevnt, og enn er landsstýrið ikki komið á mál við síni roynd at vinna Føroyum fullveldi.

- Hetta er eitt heitt politiskt mál, men ráðstevnan fer ikki at taka støðu til gongdina í Føroyum. Ráðstevan fer at upplýsa um og viðgera ymiskar stýrisskipanarhættir, sigur Bogi Eliasen, sum saman við søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum skipar fyri ráðstevnuni. Hann lesur stjórnmálafrøði á universitetinum í Århus, haðani hann eisini hevur fingið ráðgeving í sambandi við ráðstevnuna.


Breið viðgerð

Teir fýra menninir, sum koma at halda fyrilestrar á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, eru úr Danmark, Skotlandi, Englandi og USA, og teir eru allir kend nøvn í stjórnmálafrøðini.

Brendan O'Leary, professari, sum kemur úr London, fer at at tosa um mentanarligt stjálvstýri. Nelson Polsby, professari, kemur frá universitetinum í California og fer at tosa um amerikanska sambandsríkið. Polsby er ein virdur serfrøðingur í amerikansku stýrisskipanini.

James Mitchell, professari, kemur úr Skotlandi, og hann fer at greiða frá sjálvstýrisgongdini hjá Skotlandi. Seinasti røðarin er Dr. Mads Qvortrup, sum er lærari á universitetinum í Århus.

- Hetta er ein faklig ráðstevna, sum fer at lýsa møguleikar bæði sambandsvegin og loysingarvegin, sigur Bogi Elisen, fyrireikari.

- Endmálið er ikki at siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, men heldur at vísa á møguleikar og hvat verður gjørt aðrastaðni.


Føroyar áhugaverdar at granska í

Ætlanin var í fyrstu syftu at hava ráðstevnuna í Keypmannahavn, men teir útlendsku granskararnir vildu heldur sleppa til Føroya.

- Føroyar gerast alsamt meira áhugaverdar at granska í, og tí hevur tað eydnast at fingið hesar serfrøðingarnar hendan vegin. Teir vilja gjarna uppliva samfelagið og tosa við fólk her, sigur Bogi Eliasen.

Hevði ráðstevnan verið hildin í Danmark hevði eingin trupulleiki verða fingið fígging til hana. Eftir at hon varð flutt til Føroyar hevur verið neyðugt at leita eftir stuðli frá vinnulívinum.

- Vónandi kann hendan ráðstevnan verða við til at seta gongd í gransking í Føroyum, har vinnulívið eisini er við til at fíggja granskingina, sigur Bogi Eliasen.


Hitta politikarar

Sjálv ráðstevnan er mikudagin, men nú verður arbeitt við møguleikanum at lata umboð fyri politisku flokkarnar hitta teir fýra útlendsku serfrøðingarnar á einum fundi týskvøldið.

Um hetta fer at verða veruleiki, verður hesin fundurin fyri stongdum hurðum, tí ætlanin er, at bæði granskarar og politikarar kunnu tosa frítt við hvønn annan, uttan at skula standa til svarts fyri almenninginum.

Eini 80 fólk høvdu í gjár meldað seg til ráðstevnuna, og talan er um alt frá lesandi til pensiónistar. Vinnulívið hevur eisini tikið væl ímóti ráðstevnuni, og politikarar og embætisfólk finnast eisini millum fundarfólki.

Tað ber til at melda seg til ráðstevnuna í dag afturat.



Myndatekstur:

- Føroyar gerast alsamt meira áhugaverdar at granska í, og tí hevur tað eydnast at fingið hesar serfrøðingarnar hendan vegin, sigur Bogi Eliasen, sum skipar fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Mynd: Álvur Haraldsen




(Í ein ein kassa fyri seg)


Soleiðis meldar tú teg til


Eini 80 fólk høvdu í gjár meldað seg til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, men nógv pláss eru framvegis eftir, og tað ber til at melda seg til í dag afturat. Fólk, sum hav huga at verða við, kunnu melda seg til á telefon 319617 ella 282603. Eisini ber til at senda teldupost á [email protected] ella [email protected].

Ráðstevnan hevur snikkað sær eina heimasíðu til á internetinum, og hon finnist á adressuni www.vit.fo/territorial. Har ber millum annað til at lesa upplýsingar um ráðstevnuna og um teir, sum fara at halda fyrilestur.

Ráðstevnan byrjar mikudagin klokkan 10.00, og heldu fram út á seinnapartin. Endin er ein pallborðsfundur, sum byrjar klokkan 16.00.

Tað kostar 500 krónur at vera við. Lesandi sleppa fyri 200 krónur. Í steðginum er kalt borð, sum tað er neyðugt at melda seg til og gjalda fyri.