Hava rakt við á Norðhavinum

- Eg havi skilt á monnum, at bátar hava ligið millum 1500 og 2000 pund í hesi fyrstu royndini, og menn siga, at tað er góður toskur, teir hava fingið, sigur Harry Benjaminsen. Líkt er til, at menn ætla sær at fáa nakað burtur úr várróðrinum á Norðhavinum í ár.

Harry Benjaminsen, sum starvast á Landingarmiðstøðini á Toftum, veit at siga, at bátar, sum hava verið fyrstu túrarnar á Norðhavinum um dagarnar, hava borið við fisk.

- Eg havi skilt á monnum, at bátar hava ligið millum 1500 og 2000 pund í hesi fyrstu royndini, og menn siga, at tað er góður toskur, teir hava fingið.

Harry Benjaminsen sigur seg hava skilt, at bæði havnarmenn, sandoyingar og suðuroyingar nú eru á veg norður til Eiðis, har flestu bátarnir plaga at liggja, meðan norðhavsróðurin fer fram.

Útlit eru til hampiligan norðhavsróður í ár, nú tað vísir seg, at toskurin er við at koma inn í fiskiskapin aftur.

Harry Benjaminsen sigur, at útróðrarbátarnir, sum eru heimahoyrandi á Toftum, hava fingið væl av fiski í vetur, men í gjár vignaðist dagurin ikki so væl.

- Menn lata annars rímiliga væl at, og størri helmingurin av veiðini hjá bátunum hevur í seinastuni verið toskur, sigur hann.