info
Ongi úrslit

Hava reist nýggjan virkisbygning hjá KJ við Ljósá í dag

Í dag er sannur hátíðardámur við Ljósa, nú KJ hevur endurreist nýggjan virkisbygning í bygdini. Um middagsleitið var reisigildi hildið saman við arbeiðsfólkinum á staðnum og umboðum frá KJ.

Eirikur Lindenskov
4. desember 2023 kl. 17:49

Tað skrivar KJ í tíðindaskrivi. Nýggi virkisbygningurin er 14 metrar breiður og 55 metrar langur, sum gevur eina gólvvídd á 840 fermetrar.

Sp/f Búð stendur fyri lendis- og stoypiarbeiðinum og Kaas Industrybyg tekur sær av uppsetan og innilokan av høllini.

Virkisbygningurin verður innilokaður fyri jól og væntast at vera klárur at taka í nýtslu á sumri í 2024.
– KJ fegnast um skjóta og góða arbeiði frá undirveitarunum, og nýggi virkisbygningurin fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum og gomsluviðurskiftini hjá felagnum, sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

Myndin er ikki tøk

Tann 9. august í fjør kom eldur í virkisbygningin hjá KJ við Ljósá, og bygningurin stóð ikki til at bjarga.

Í bygninginum húsaðist deildin, ið stóð fyri sandblásing og líknandi arbeiðum hjá KJ, umframt plastdeildin, ið tekur sær av aliringum, smoltstøðum og øðrum uppgávum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Læt kortupp­lýs­ingar og misti fleiri tús­und krónur

48 minuttir síðan
Fótbóltur

FSF heiðraði Jens Midjord fyri drúgva tænastu

1 tími síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður í røðu: Eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu

1 tími síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri rús­drekka­koyr­ing eft­ir óhapp við Leirvíks­tunnilin

1 tími síðan
Fótbóltur

Landsliðs­hóp­ur­in verð­ur kunn­gjørd­ur klokkan 10

2 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

8 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

9 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

9 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

10 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

10 tímar síðan