Fyrrapartin eru Hoydalar karmur um stóra rennikapping, sum FÍF og Bragdið skipa fyri.
Fyri fjóðru ferð verður skipað fyri FM í lendisrenning, eisini kent sum cross-renning, í niðaru Hoydølum. Kappingin verður skotin í gongd klokkan 11.
Talan er tó ikki bara um eina FM kapping, tí renningin í dag er eisini fimta umfarið av Vetrarkappingini, sum telur átta kappingar tilsamans.
Byrjað verður á stóru fløtuni í Hoydølum og niðan í viðarlundina, tó bert eystarumegin Hvítanesvegin.
Kappingin er soleiðis, at gentur og dreingir, sum eru børn fødd frá 1998 til 2002, renna tvey umfør, sum svarar til umleið 2,6 kilometrar. Hinir luttakararnir renna teinin seks ferðir, sum er umleið átta kilometrar.
Tey, sum ikki hava boðað frá luttøku, hava framvegis møguleika at vera við í renningini. Millum klokkan 10.00 og 10.30 kunnu áhugað melda seg til kappingina í Hoydølum.
Til ber at lesa meira um kappingina og síggja úrslit á heimasíðuni hjá Frælsum ítrótti Føroya, her
Rennararnir eru bólkaðir soleiðis:
Gentur (1998-2002)
Dreingir (1998-2002)
Kvinnuunglingar (1993-1997)
Mansunglingar (1993-1997)
Kvinnur opin bólkur (-1997)
Menn opin bólkur (-1997)
Kvinnur veteranar (1959-1968)
Kvinnur superveteranar (-1958)
Menn veteranar (1959-1968)
Menn superveteranar (-1958)