Hava risabumbu

Amerikanska verjumálaráðið Pentagon vil sleppa at spreingja eina 700 tons sterka bumbu í oyðimørkini í statinum Nevada, men higartil hava umhvørvisfelafsskapir forðað ætlanini. Teir hava eisini hótt við at leggja sak ímóti verjumálaráðnum, verður bumban sprongd. Eftir tí, sum er likið út, er bumban ætlað verjustøðum og goymslum, sum fíggindin ger undir jørð. Vælvitandi keldur siga, at tann nýggja bumban er so sterk, at hon fer at senda eitt skýggj tríggjar kilometrar upp í luftina, tá hon verður sprongd.