Hava sítt fasta fólk

Sum er hevur Bakkafrost ongar trupulleikar við at fólk, og javnan spyrja fólk um arbeiði

Tað hevur javnan ljóðað, at fiskavirkini hava ilt við at fáa fólk.
Hetta er ikki galdandi fyri Bakkafrost, og tað hevur óivað samband við, at Bakkafrost ikki er nakað flakavirki.
Á fleiri flakavirkjum er arbeiði ójavnt, men á Bakkafrost er arbeiði hvønn dag, og tað er helst orsøkin til, at fólk støðast, og nógv biðja um at fáa arbeiði har.
- Fólk, sum hava valt livsleiðina at arbeiða í fiski, vilja fegin arbeiða hjá okkum, tí hey fáa tey tað trygga, sigur Kári E. Jacobsen, sum er virkisleiðari á porsjónsvirkjunum hjá Bakkafrost á Glyvrum og í Fuglafirði.
Á teimum virkjunum arbeiða umleið 200 fólk, og av teimum eru 15 útlendingar, sum leingi hava búð í Føroyum.
Javnan spyrja føroyingar um arbeiði, men tað koma eisini fyrispurningar úr útlondum, men ikki ber til at biðja útlendingar koma til landið at arbeiða, so leingi sum arbeiðsloysið er yvir 3,5 prosent.
Kári E. Jacobsen sigur, at flestu føroyingarnir, sum biðja um arbeiði, hava okkurt annað arbeiði frammanundan.
Tey, sum arbeiða á Bakkafrost koma úr Norðoyggjum, úr allari Eysturoynni og heilt til Kollafjarðar.

Kann gerast torført
Ikki øll eru líka fegin um at skula arbeiða í skiftandi vaktum, og tey koma ikki á Bakkafrost at arbeiða. Vaktirnar eru frá 8 til 16 og frá 16 til 24.
Enn er bara ein vakt á virkinum í Fuglafirði.
Kári E. Jacobsen er ikki vísur í, at virkið fær lætt við at fáa nóg mikið av fólki, tá ið farið verður upp á tvær vaktir.
Hann dylur ikki, at hann kundi hugsað sær 3,5 markið tikið burtur.
- Tað er sum við einum fótbóltsliði. Jú fleiri eru at velja ímillum, lættari er at fáa góðar spælarar.