Í kvøld hevur meirilutin í Tórshavnar býráð samtykt at broyta byggisamtyktina á Velbastað, soleiðis at Koks kann byggja nýggja matstovu við Fossdalsgjógv, nakað vestan fyri Velbastað bygd.
Koks, hevur tvær michelinstjørnur og hevur ætlanir um at fáa eina afturat, sigur býráðið. Tískil hevur Koks søkt um at sleppa at byggja ein býling til matstovuvirksemi hjá Koks við Fossdalsgjógv á Velbastað.
Men fyri at tað skal lata seg gera, verður tað fyrst neyðugt at broyta byggisamtyktina og tað hevur býráðið samtykt í kvøld.
Tað vóru níggju atkvøður fyri og fýra atkvøddu blankt. Tey, sum ikki taka undir við ætlanini, halda, at hetta gongur bóndanum ov nær.
– Fossdalur er lívsgrundarlagið hjá einum vinnurekandi bónda, sum er fimta ættarlið á garðinum. Hann er tann bóndin, sum letur mest mjólk til mjólkarvirkið og sætti hvør mjólkarpakki, sum verður seldur í Føroyum, er frá honum.
Meirilutin heldur, at tað eigur at bera til at sameina matstovuvirksemi og jarðarbrúki og tí eru tey sinnað at lata Koks sleppa at byggja nýggja matstovu har.
– Koks hevur upplýst fyri býráðnum, at nettupp hetta ítøkiliga staðið hevur alstóran týdning, og tað verður ein hornasteinur undir arbeiðnum at menna KOKS enn meiri.