Hava selt blámuskotin tortillas

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti einum slagi av matvørum

Hava tit keypt tortillas í seinastuni, er tað ikki so býtt at kanna pakkan fyri at tryggja tykkum, at alt er, sum tað skal vera. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nevniliga ímóti einum slagi av tortillas, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum.

 

Talan er um Tex Mex Tortillas frá REMA 1000. Talan er um tvey sløg, nevniliga »REMA 1000 Tex Mex Tortillas« og »REMA 1000 Tex Mex Fuldkorns Tortilla«.  Ávaringin kemur tí at tað vísir seg, at sumt av hesum er blámuskotið.

 

Talan er um »Rema 1000 Tex Mex Tortillas«, har nettovektin er 370 gramm og sum er best fyri 21.11.2021. Talan er eisini um »Rema 1000 Tex Mex Fuldkorns Tortillas«  har nettovektin er 370 gramm og sum er best fyri 20.11.2021, 21.11.2021, 22.11.2021

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tá ið tað er blámuskotið, er tað ikki mannaføði og tí eiga fólk at koyra tað í skrell, ella lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.