Aftur í dag afturkallar Heilsufrøðiliga Starvsstovan matvøru, sum er sled í Føroyum, men sum ikki er mannaføði.
Talan er um trý sløg av jogurt frá donsku fyritøkuni, Arla.
Talan er um "Yoggi jordbær" í pakkum á eitt kilo, og sum heldur sær til 27. februar. Talan er eisini um "Yoggi jordbær" í bikarum á 150 gramm, og sum halda sær til 28. februar.
Og at enda er talan um "Yoggi pære/banan" í pakkum upp á eitt kilo, og sum heldur sær til 27. februar.
Helsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til, at vørurnar eru afturkallaðar, er at gervøkstur er staðfestur í jogurtinum.
Geringin ger, at vøran kann broytast, bæði í tættleika, smakki og útsjónd, og tí er tað óhóskandi til matna.
Heldur eiga fólk, sum hava keypt hesi sløgini av jogurt, at tveita tað burtur, ella at lata handlinum, haðani tað er keypt, tað aftur.